Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Símun

Gomlu gubbarnir og tónleikurin

Heimskendar legendur, sum t.d. Willie Nelson, Poul McCartney og Merl Haggard - hvat takast teir við, nú teir eru komnir á ellis ár? Sang og tónleik, sjálvandi - tað er lív og sál teirra, og teir gevast ikki fyrr enn teir eru komnir undir grønutorvu.

Og hvussu við okkara egnu legendum, sum t.d. Jóannes í Innistovu, Ragnari í Vík og Símuni úr Konoy? Allir sum ein eru teir farnir um tey seksti, og eins og við Nelson, McCartney og Haggard, er tað alskin til tónleikin og sangin, ið eigur lívið í teimum.

Ragnar í Vík
Fyrrverandi føroyski countrykongurin, Ragnar í Vík, hevur fastan bústað í Føroyum, men ein stóran part av tíðini heldur hann til á einum garði á Lollandi, har hann hevur egið ljóðstudio. Í løtuni er hann í ferð við at innspæla eina fløgu við sangum, har hann eigur bæði orð og lag. Allir eru á føroyskum máli.

Enn sum áður spælir og syngur hann til ymisk tiltøk, men av tí at tað av álvara er farið at bila við sjónini, er hann sum frálíður sjálvdan at síggja alment á einum palli.

Jóannes í Innistovu
- ella Silly-Jóannes, sum hann vanliga verður nevndur - hevur seinastu mongu árini verið búsitandi í Grindsted í Miðjútlandi. Í sekstiárunum var hann frontfigurur í navnframa tónleikabólkinum, The Silly Boys, sum helt til í dansistovuni í Fuglafirði.

Hóast hann er 67 ára gamal, hevur hann úr at gera hvat tónleikinum viðvíkur. Hann hevur egið upptøkustudio, og fyri fyrstu ferð í lívi sínum er hann fløguaktuellur við plátuni ”Kvinna mín”. 12 sangir eru á skivuni, 10 eru á føroyskum máli, tveir á enskum. Hann hevur fyrr verið við á ymsum upptøkum, ið eru útkomnar í Føroyum, men sum sagt, er hetta fyrstu ferð, at hann stendur á egnum beinum hvat eini útgávu viðvíkur.

Símun úr Konoy
flutti til Danmarkar í 1993, og er tað sostatt yvir 22 ár síðani, at hann beyð klettunum í Norðuratlantshavi farvæl.

Og væl hevur gingist síðani hann setti fótin á flatlandsjørð. Hann hevur givið út fleiri fløgur, og felags fyri flestu av teimum er, at tær eru sera væl móttiknar av áhoyrarunum. Tað er ikki hvørjum manni beskorið at koma á dansktoppen hjá DR. Har hevur Símun - ella Simon von Konoy, sum hann nevnir seg í Danmørkini - verið fleiri ferðir.

Fyrrárið sá single-fløgan ”Fiskafrikadello” dagsins ljós. Ein sangur, hann yrkti, tá ið hann ein dagin stóð og steikti sær nakrar fiskafrikadellur. Hann fekk navnframa føroyska útisetan, Jacob Haugaard, at syngja sangin, og gjørdist hann ein sonn landaplága, serstakliga í Føroyum.

Eins og Jóannes og Ragnar, hevur Símun egið studio, og er hann í løtuni í ferð við fleiri innspælingar, sum vónandi síggja dagsins ljós seinni í ár.