Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott ár hjá Býarbókasavninum

Ongantíð áður hava so nógv fólk brúkt bókasavnið sum í 2013, tá heili 116.000 stukku inn á gólvið – ikki bara fyri at læna bøkur, men eisini til annað virksemi.

Tíðindaskriv

Býarbókasavnið í Havn hevði í 2013 nógv fleiri vitjanir enn nakrantíð áður. Í 2013 vóru 12 % fleiri vitjandi enn í 2012, sum annars var metár. Næstan 116.000 vitjaðu Býarbókasavnið í 2013, meðan talið fyri 2012 var 104.000. Sostatt hevði Býarbókasavnið 12.000 fleiri vitjanir í 2013 enn í 2012.

Hóast nógv fleiri nú brúka Býarbókasavnið, so er útlánið av bókum og øðrum útlánstilfari lækkað nakað í 2013 samanborið við 2012. Útlánið var í 2013 gott 90.000 lán, meðan tað í 2012 var 102.000. Her er talan um eina lækking á nærum 12 % í útláninum samanlagt.

Býarbókasavnið annað og meira enn bara bøkur

Hesi tøl vísa, at tey, sum brúka Býarbókasavnið, ikki bara koma fyri at læna bøkur og annað tilfar, men at tey í vaksandi mun eisini brúka bókasavnið sum eitt stað, har tú sum borgari eisini fært atgongd til onnur mentanartilboð og upplivir annað og meira enn tað at læna bøkur.

2013 var eitt ár við sera fjølbroyttum virksemi hjá Býarbókasavninum. Eitt nú vóru nógv almenn tiltøk hildin, so sum bókakaféir, bindikaféir, bókaframløgur, yrkingaupplestur, skrivikafé, fyrilestrar, framsýningar, spælidagar og telving, umframt at fleiri lesiringar vórðu settir á stovn í 2013.

Eisini gjørdu Býarbókasavnið og kafé Nero í tveimum umførum, í juli-august og í desember, royndir við at hava opið út á kvøldið og sunnudagar.

Fleiri læna føroyskt og enskt

Samlaða útlánið lækkaði sum nevnt eitt vet í 2013, men tað liggur tó framvegis á hædd við 2009, sum tá var methøgt, og sum framvegis í dag má roknast sum sera høgt. Útlánið av bókum á føroyskum og enskum er hækkað nakað í 2013 í mun til 2012. Eisini er fjarlánið, tað eru lán frá øðrum bókasøvnum, vaksið eitt vet, og er tað helst eitt úrslit av vaksandi talinum av fjarlesandi, sum brúka Býarbókasavnið.

Lækkingin í útláninum sæst serliga aftur í útláninum av filmum og útlendskum bókum, serliga bókum á donskum. Lækkandi útlánið av filmum stavar eyðsæð frá, at alsamt fleiri fáa atgongd til filmirnar gjøgnum nettænastur sum Netflix. Lækkingin í láninum av bókum á donskum er helst tekin um, at lánarar í alsamt størri mun velja føroyskt og enskt fram um danskt, tá ið tað letur seg gera.

Skúlabókasøvn í vøkstri

Samstundis sum samlaða útlánið hjá Býarbókasavninum lækkaði í 2013, hækkaði samlaða útlánið hjá skúlabókasøvnunum í Tórshavnar kommunu úr 53.000 í 2012 upp í 56.000 í 2013, sum eisini er met. Kanska bendir tað á, at skúlanæmingar í størri mun brúka skúlabókasøvnini fyrst, áðrenn teir koma á Býarbókasavnið at læna bøkur til uppgávuskriving, frílesing og annað. Í øllum førum er her talan um ein týðandi og positivan vøkstur.

Bókasøvn bjarta framtíð

Við ávísum fyrivarni kunnu vit við hesum staðfesta, at fólkabókasøvn, eisini í Føroyum, sum stovnur framvegis hava ein sera týðandi leiklut í samfelagnum, og at hesin leiklutur framyvir heldur fer at verða styrktur enn viknaður, soleiðis sum gongdin í talinum av vitjandi benda á.

Hetta samsvarar eisini við rák uttanlands, har vit í fleiri av størru býunum, so sum í Oslo, Helsinki og Århus, síggja, at nýggj, glæsilig fólkabókasøvn verða bygd, og har røddir nú eisini eru frammi, sum ráða til at lata upp aftur fólkabókasøvn, sum vórðu stongd fyri 10-15 árum síðan serliga á smærru plássunum.