Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott at vera barn og ungur í Tórshavnar Kommunu

Tórhavnar Kommuna hevur í kvøld samtykt eina fíggjarætlan fyri 2015, ið slóðar fyri fleiri frambrotum fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu.

Børn og ung eru eitt av høgt raðfestu økjunum í fíggjarætlanini fyri Tórhavnar Kommunu. Og tað eiga vit at fegnast um.

Nýggjur Vesturskúli og musikkskúli

Farið verður nú undir at byggja nýggjan Vesturskúla at koma í staðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. Peningur at byrja hesa verkætlan er játtaður. Bygginevndin er farin til verka, og arbeiðið gongur sera væl.

Í sama øki úti í vesturbýnum verður eisini farið undir at byggja musikkskúlan. Á vári 2015 verður spakin settur í jørðina. Afturat miðnámsskúlanum í Marknagili verður vesturbýurin úti í Marknagili eitt kraftsentur, við ómetaligum møguleikum fyri børn og ung.

Nýggj Birkilund og dagstovnur í Kollafirði

Farið er undir at høvuðsumvæla dagstovnin Birkilund, har eini 100 børn aftur fá innivist longu í summar. Tað er umráðandi, at vit fáa hesa verkætlan lidna sum skjótast.

Vit eru púra klár at fara undir at byggja nýggjan dagstovn í Kollafirði til 80 børn. Eisini ein bráneyðug íløga.

Aðrar skúlaverkætlanir

Forskúli er farin í gongd á skúlanum á Argjahamri í summar, og bæði næmingar, foreldur og starvsfólk eru fegin um hesa nýggju avbjóðing.

Vit hava útvegað nýggj høli til frítíðarskúlan í Havnardali, sum er ein sólskinssøga.

Næst fyri tørni stendur Hoyvíkar skúli, sum skal høvuðsumvælast og byggjast út. Hesa verkætlan fara vit nú undir at fyrireika. Og kring flest allar skúlar í kommununi fara vit at fríðka um, og at menna møguleikarnar fyri at nýta útiøkini, eisini í frálæruni.

Vit raðfesta tímar í fólkaskúlanum og í frítíðarskúlanum til børn við serligum tørvi. Børn í triðja flokki hava tvey tey seinastu árini fingið møguleika fyri at ganga í frítíðarskúla. Eisini til hesa tænastu hava vit fingið semju um at seta av neyðuga játtan.

Nýggj spennandi tiltøk til ung millum 14 og 18 ár.

Og so vit hava útvegað 500.000 kr til at fíggja ungdómstiltøk fyri ung í aldrinum 14 – 18 ár. Tey ungu hava í fleiri ár víst á, at tað veruliga er tørvur á tilboðum og avbjóðingum til tey.

Samanumtikið fegnist eg sum forkvinna í mentanarnevndini um hesa fíggjarætlan fyri 2015 og raðfestingarnar ið leggja dent á, at tað skal vera gott at vera barn og ungur í Tórshavnar Kommunu.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórhavnar Býráðs