Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í glæsiliga bygninginum úti á Argjum halda teir fýra stovnarnir til, Gjaldstovan, Hagstovan, TAKS (stýrið) og Fíggjarmálaráðið, og hóast tey á leið 100 starvsfólkini húsast undir somu lon og at kalla eru grannar, so er ikki so ofta, at tey hittast til nakað felags tiltak.

Gott fyri felagsskapin

Í glæsiliga bygninginum úti á Argjum halda teir fýra stovnarnir til, Gjaldstovan, Hagstovan, TAKS (stýrið) og Fíggjarmálaráðið, og hóast tey á leið 100 starvsfólkini húsast undir somu lon og at kalla eru grannar, so er ikki so ofta, at tey hittast til nakað felags tiltak. Tey á Gjaldstovuni hildu tí, at Grannakaffi kundi verið eitt gott høvi hjá øllum at hittast til felags morgunmat fríggjadagin 11. mars, dagin fyri sjálvan Grannakaffi dagin í 2015. Malan Johansen, deildarstjóri á Gjaldstovuni, samskipaði Grannakaffi.

Hóast ein kundi sett spurnartekin við, um tað var eitt gott hugskot at “lata dyrnar upp” fyri einum krabbameinstiltaki á arbeiðsplássi, tí tey flestu kanska vilja halda sjúkuna á privata økinum, so tóku øll sera væl ímóti hugskotinum, bæði leiðsla og starvsfólk. Støðan er jú tann, sigur Malan, at eisini starvsfelagar fáa krabbamein, og júst hetta evnið hevði Oddbjørg Johansen, frá Krabbameinsfelagnum, stutta frágreiðing um henda fríggjamorgunin, har eini 70-80 fólk vóru komin til felags morgunmatin. Fleiri starvsfólk høvdu bakað bollar og annað gott, pyntað var við livandi ljósum og bússurnar, sum Krabbameinsfelagið hevði fingið til vega til allar vertirnar, stóðu á borðinum til teirra, ið vildu lata stuðul til endamálið. Henda løtan var einamest merkt av hugna og góðari samveru millum starvsfólkini. Alvi Joensen, klassiskur guitarleikari, sum vann Stella Polaris kappingina í 2015, setti ein serligan dám á løtuna við nøkrum væl ljómandi guitartónum og hýrurin var sera góður.

“Vit fingu ikki eina keðiliga viðmerking,” sigur Malan, sum leggur afturat, at Gjaldstovan aftur í ár hevur sett Grannakaffi á skránna fríggjamorgunin 4. mars fyri øllum starvsfólkunum á teim fýra stovunum. “Øll kenna vit onkran, sum hevur krabbamein, um tað er familja, vinir ella starvsfelagar, og vit eru mong, ið fegin vilja gera okkara til, at størri orka verður løgd í t.d. at granska á krabbameinsøkinum”, sigur hon. Hon kann viðmæla starvsplássum, ið eins og hennara, hava fleiri stovnar undir somu lon, at skipa fyri tílíkum Grannakaffi, tí umframt vælgerandi endamálið, so er hetta “gott fyri felagsskapin”, sigur Malan Johansen at enda.