Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott hugskot við tunli Nes-Hvítanes

Nú verður nógv tosað um at fáa ein tunnil gjørdan av Nesi til Hvítanesar ella har á leið.

Hetta er eitt gott hugskot.

Orsøkin er tann, at verður hetta gjørt, so fáa allir bileigarar meir gagn burtur úr tí íløgu teir hava gjørt í bil sín.

Sama ger seg galdandi fyri allar aðrar útbyggingar av samferðslukervi okkara. Uttan mun til hvar í Føroyum vit búgva, fáa vit meir burtur úr okkara bilum, tí longu sum er hava vit møguleika at koyra bæði til Gásadals og Viðareiðis.

Vit kunnu uttan darv seta upp eitt yvirlit yvir tey góðu hugskot, sum nevnd eru fyri at útbyggja samferðslukervi okkara. Suðurtunnil, eykatunlar vestureftir og norðureftir, breiðari og betri vegir og fleiri longri og stytri tunlar.

Hesar útbyggingar fara at gera tað lættari at koma millum hús, og fara at gera samfelag okkara bíligari at reka, samstundis sum møguleikarnir fyri at útvega inntøku fara at vaksa. Tá alt hetta er gjørt, fara vit av sonnum at fáa fyrimunirnar av, at vit eru eitt samfelag av hóskandi stødd.

Hetta er gjørligt tekniskt, men er tað eisini fíggjarliga møguligt?

Kostnaðurin av neyðugum dagføringum av okkara samferðslukervi er umleið 15 milliardir krónur.

Kunnu vit útvega hesa upphædd?

Eitt vita vit, og tað er, at uttan mun til hvussu nógv vit dríva á, so ber ikki til at fáa allar hesar útbyggingar gjørdar eftir einum ári. Tann størsta av hesum verkætlanum er strekkið millum Sandoynna og Suðuroynna. Her ber neyvan til at rokna við minni enn fimm árum til alt er liðugt. Aðrar smærri tunlar og vegastrekki kunnu sjálvandi fáast liðug skjótari. Tann upphædd, sum skal til, verður tí einar tríggjar milliardir um árið í hesum fimmáraskeiði.

Nú verður umrøtt, at partar av útbyggingini kunnu fíggjast við brúkaragjøldum. Hetta er ein skipan, sum vit kenna frá telefonverkinum og SEV. Tá ein stovnur fingið heimild frá tí almenna at krevja upp gjøld, sum fara til íløgur og rakstur. Tey sum skoyta um tær tænastur, stovnurin veitir, gjalda fyri tær. Hini sleppa undan. Okkara gjøldum fyri at takka hava stovnarnir fíggjað útbyggingar fyri milliardir.

Ber til at gera eina samsvarandi skipan fyri okkara samferðslukervi?

Fyri ein part eru vit farin undir eina slíka skipan, tí vit hava gjørt almenn tunnilsfeløg, sum krevja upp gjald fyri nýtslu.

Hví ikki nýta henda leist?

So kundu vit samtykt, at eitt alment felag verður gjørt at reka okkara samferðslukervi, og at hetta felag verður fíggjað við brúkaragjaldi.

Tá eru sjálvandi ymsir møguleikar at fáa inntøkur.

Ein loysn er at siga, at tann sum vil koyra, skal gjalda fyri at sleppa út á vegirnar. So kann ein og hvør koyra um allar Føroyar uttan at vera darvaður av at koma at gjalda meir fyri hvønn túrin. Tá hevði eisini verið rímiligt at minka veggjald og brenniolja kundi verið seld fyri kostprís. Somuleiðis kundi innflutningsgjald upp á bilar verið avtikið, og eingin orsøk hevði verið til at tikið mvg av útreiðslum sum bilarnir hava.

Ein onnur loysn er at fara hin vegin og krevja gjald fyri hvønn kilometur, sum koyrt verður. Hetta kann gerast á tann hátt, at vegastrekkini verða bjóðaði út. Tey sum eru nógv eftirspurd, gerast tí dýrari ta tíð, nógv ferðsla er, og bíligari tá lítil ferðsla er.

Møguleikarnir eru nógvir, men umráðandi er, at vit fáa eina samhaldsfasta skipan, soleiðis at vit fáa sum mest gagn burtur úr tí stóru íløgu, sum vit hava gjørt í bilarnar og vegakervi okkara.

Altumráðandi er at binda alt landið saman, soleiðis sum John í Skemmuni so fyrimyndarliga ger vart við. Tað er beinleiðis skammiligt at gloyma sandingar og suðuroyingar og á slíkan niðrandi hátt gera mismun ímóti einum so stórum parti av Føroya fólki.

Tí sjálvandi er tunnilin Nes-Hvítanes eitt gott hugskot, men í fimmáraætlanini er rímiligt at sett verður á hana eftir at farið er undir Suðurtunnilin.

Zakarias Wang