Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott mit unz, ja men hvønn Gott er talan um? Belsebub?

Heimurin hevur fingið ein nýggjan 'førara', sum slær fast, at USA er úber alles. Hann roynir eisini at livandigera 80 ára gamla sloganið ”Gott mit unz” og at føra politik hareftir. Hesu nýggju yvirmenniskjuni nokta annarleiðis individum javnrættindi, og kvinnur verða sum heild degraderaðar til seksuellar skabningar, sum menn kunnu grópa í skrevinum eftir huga og tørvi uttan fyrilit. Og fátøk mugu klára seg sjálvi. Teirra fátækradømi er sjálvskapt, so nú má bara svía sum svødlur. Førarin sigst vera góður fyri 25 milliardir, so hann veit neyvan, hvat hann tosar um. Undir Hitlersa úber alles og Gott mit unz vóru tað m.a. jødarnir, ið vórðu jagstraðir og gassaðir. Nú eru tað m.a. muhamedanararnir sum heild, ið skulu niður við nakkanum, tí Gott mit unz vil tað so. Og sannleikin hevur fingið mong skot fyri bógvin. Lygnirnar verða kallaðar alternativ fakta. Av somu orsøk eru mong – eisini høgtstandandi í øllum samfelagnum – farin at tosa um eina Watergate-líknandi kanning, sum kann avdúka allar lygnirnar og soleiðis fella Trump eins og Nixon varð feldur á sinni. At hava ein ótilrokniligan leiðara sitandi við reyða knøttin er eingin gamansleikur.

Trump's seksuellu útskeiðilsir á hotelli í Moskva, ið loyniliga vórðu filmaði, kundu eisini givið Trump trupulleikar, men hann, ið hevði filmin, var fyri stuttum funnin deyður í bili sínum, uttan at nakar visti, hví so var. Kanska kunnu vit loyva okkum at tonkja at vinurin Putin hevur sett ein stoppara fyri skandaluni? Tað er so mangt annað horribult, ið kundi verðið umrøtt, men tað kann bíða til eina aðru ferð. Men lat meg nevna Kina, sum hevur boðað frá – eftir samrøðuna, ið Trump hevði við leiðaran á Taiwan at teir -út frá tí Trump tá hótti við - føla seg noyddar til at fyrireika seg til 3. heimsbardaga. Taktiskt klókt av Trump at halda Putin tætt at sær, meðan hann ordnar øll hini. Soleiðis kann hann taka Russland til síðst, men hann fær nokk annað at síggja.

Fyrst í 1940' gingu fólkafloksmenn í Havnagøtum við strektum ørmum og heilaðu og forstýraðu politisku fundirnir hjá hinum flokkunum. Og nú røra teir aftur upp á seg, so fólk eiga at vera varin og kritisk. Tí hesin Gott mit unz hevur í mest sum øllum, sum Trump hevur gjørt, og sum hann ætlar sær at gera, víst seg at vera Satan sjálvur. Síðst – tá Satan mit unz – vísti sín forbannaða skort, varð bumbað bæði í eystur og vestur og í suður og norð og alt varð sorlað sundur, nógv vórðu pínd og dripin – nógvar mill. - bara jødar mistu 6 mill. og russar 10 mill. fólk. Eisini føroyingar mistu nógvar mans, serliga sjófólk.  

Vit kunnu ikki gera nógv fyri at verja okkum móti fanansskapinum, men vit kunnu biðja Hann, ið øllum valdar, um at verða við okkum annahvørt vit fáa loyvi til at liva ella um vit skulu doyggja í stríðnu, sum kann byrja um skamma stund, um Trump fær sín vilja og trýstur á reyða knappin.

Dagfinnur Danbjørg. 

Við eini heilsan frá prince Charles her til síðst.

Prince Charles has issued a warning over the “rise of populism” in a veiled apparent reference to the election of Donald Trump and increasingly hostile attitudes towards refugees in Europe.

The Prince of Wales said there were “deeply disturbing echoes of the dark days of the 1930s”, adding that “evil” religious persecution was taking place across the globe.

The “suffering doesn’t end when they arrive seeking refuge in a foreign land," he said in the pre-recorded message for BBC Radio 4's Thought  

“We are now seeing the rise of many populist groups across the world that are increasingly aggressive to those who adhere to a minority faith. All of this has deeply disturbing echoes of the dark days of the 1930s," he said.