Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott summar hjá Atlantic Airways

11 prosent fleiri ferðafólk flugu við Atlantic Airways í summar, sammett við síðsta summar, verður staðfest í dag, nú stjóraskifti er í flogfelagnum. Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið 

Tíðindaskriv frá Atlantic Airways 

Atlantic Airways leggur eitt gott summar afturum seg, sum flogfelagið, ið fær nýggjan stjóra í dag, er sera væl nøgt við.** Talið av ferðafólkum er økt við umleið 12.500 ferðafólkum í tíðarskeiðnum fra mai til august í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør – ein vøkstur úr sløkum 109.500 ferðafólkum summarið 2014 upp í umleið 122.000 ferðandi summarið 2015. Ferðafólkatalið er sostatt í miðal økt 11 prosent í summar, sammett við summarmánaðirnar 2014. Talið av ferðandi er at kalla hækkað á øllum rutunetinum.

- Eg eri sera væl nøgdur við gongdina í summar. Góða gongdin ber boð um, at vit tóku rættar avgerðir í nýggju strategiini, tí vit kunnu staðfesta framgongd at kalla allastaðni á rutunetinum, staðfestir Jørgen Holme, ið gavst í stjórastarvinum í Atlantic Airways í gjár.

Nýggi stjórin, Jóhanna á Bergi, sum setur seg í stjórastólin í dag, er somuleiðis væl nøgd við nýggjastu ferðafólkatølini.

- Eg kann bert siga, at tað er ein sera góð kensla at taka við stjórastarvinum í einum felag, sum er í stórari menning. Fráfarni stjórin hevur saman við okkara dugnaligu starvsfólkum lagt eitt nýtt støði, sum eg byggi víðari á í framtíðarmenningini av flogfelagnum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið. Í tíðarskeiðnum frá mai til august 2015 varð flogið rættstundis í 76 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 17 prosentstig betri enn sama tíðarskeið síðsta summar.

Fleiri orsøkir eru til hesa framgongdina – eitt nú er flogvirksemið gjørt einfaldari, og bøtt er um innanhýsis arbeiðsgongdirnar. Ein týðandi orsøk er eisini dagføringin av GPS-grundaðu navigatións-tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, sum hevur havt við sær, at tey trý Airbus-flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.