Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gøtusjónleikur í Gøtu

Norðurlendski sjónleikarabólkurin Fenris fer í dag kl. 16-18 at framføra á G!. Her vera sjónleikarar, dansarar, tónleikarar, sangarar og hjálparfólk av ymsum slag, ið framføra seks leikir.

Talan verður um gøtusjónleik í Gøtu, við leikarum úr Føroyum, Finlandi, Sámalandi, Danmark og Íslandi Alt eru ungir leikarar í aldrinum 13-24 ár.

Leikirnir eru allir ungdómsleikir, ið tey hava vant síðan á nýggjárinum, tá tey fyrstu ferð vóru saman í Finlandi.

Leikirnir eru um at vera ungur. At vera eitt individ og samstundis skula passa inn í eina fjøld.

Leikirnir innihalda styltir, klarinett, rútmur, kassar, gittarspæl og góðar søgur. Onkur leikur fær hárini at reisast og onkur fær fólk at flenna

Leikarnir eru vandir at tiltrekkja sær uppmersemi í eini spontanari støðu og løtu.

Fenris hevur nógv ár á baki. Tað byrjaði í 1985 og fleiri føroyingar hava gjøgnum tíðirnar luttikið. Flestu av hesum arbeiða sum yrkisleikarar í dag. Í nøkur ár hevði Fenris ein steðg, men nú eru tey aftur virkin.

Í ár telur bólkurin upp í móti 80 fólk við leiðarum. Ungu luttakararnir eru frá 13 ár og upp til mitt í 20'unum. Síðani eru leiðarar við sum øll kenna til at arbeiða innan sjónleik við ungdómum.

Millum luttakarnar er ein finskur dansibólkur frá dansiskúlanum Hurja Piruetti. Hetta eru gentur sum dansa modernaðan dans. Tær hava gingið til dansiundirvísing í mong ár og hava ferðast víða.

Dramabólkurin úr Tana í Sámalandi eru sámar. Hesi fáa sjónleikaraundirvísing nakrar tímar um vikuna sum frítíðarvirksemi. Tey hava somuleiðis drúgvar royndir og fáast fyrst og fremst við uppruna leikgongdir av sámiskum uppruna.

Danski bólkurin Ragnarok, er størsti bólkurin í tali og somuleiðis mest royndi innan akkurát hesa verkætalnina. Bakmaðurin til Fenris er høvuðsmaður av danska sjónleikara fríðtíðarsjónleikaraskúlanum. Tey hava verið við Fenris í Føroyum fleiri ferðir. 


Íslendski og føroyski bólkurin minna nógv um hvør annan. Bólkarnir hava ikki nógvar royndir av slíkum slag men eru dramabólkar sum hittast umleið einaferð um vikuna í vetrarhálvuni og seta leikir upp og venja sjónleik sum heild.