Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gouandea - fólk úr 12 londum á skúlabonk

Gouandea = Góðandag! So byrjaði fyrsti flokkurin í máli og mentan á Kvøldskúlanum. Eitt sera spennandi átak, sum stórur áhugi er fyri.

Tað var nýggi kvøldskúlastjórin, Jógvan Sørin Hansen, sum beyð vælkomin. Umframt næmingarnar vóru til steðar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, Høgni í Stórustovu, umboð fyri ALS, og Jákup Simonsen, mentadeildaleiðari hjá Tórshavnar kommunu.

Jógvan sørin Hansen segði, at tað var ein stór gleði at sleppa at seta skjøtul á henda fyrsta flokkin, sum fer at verða undirvístur í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hann legði dent á, at tað ikki er lætt at flyta til eitt fremmant land, har ein hvørki kennir mentan ella mál.

- Tí eru vit sera glað fyri at bjóða tykkum henda møguleika í samstarvi við ALS og Mentamálaráðið, segði skúlastjórin, sum nevndi, at sjálvt hugskotið kom frá starvsfólki á skúlanum.

- Áhugin sýntist eisini at vera ómetaliga stórur. Tilsamans 54 søktu, so vónandi kunnu vit bjóða tí størra helminginum eitt skeið seinni. Eg vóni tit fara at trívast her. At tit læra mentanina at kenna fer at gera tað lættari hjá tykkum at læra málið - og øvugt. Og tit vera í góðum hondum hjá Bergljót av Skarði, legði hann aftrat.

Aftaná søgdu Bjørn Kalsø og Helena Dam á Neystabø nøkur orð.