Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Inn komu 400.000 kr í stuðli, og hóast nakað slakari enn árini frammanundan, so er tó talan um eina flotta
upphædd.
Tilvildarlig mynd

Grannakaffi er meira enn krónur og oyru

Grannakaffi var á triðja sinni fyriskipað 11.-12. mars 2017. Hesa ferð var tað nakað væl torførari at fáa vertir at tekna seg og endaliga talið varð 70 vertir, samanborið við um 100 vertir í 2015 og 2016. Tó hevur gongdin eisini verið, at tiltøkini eru størri í vavi, tí fleiri vertir sláa seg saman at hava Grannakaffi, ja heilar bygdir og stór feløg hava eisini verið vertir fyri Grannakaffi í ár. Til okkurt av størru tiltøkunum vóru ikki færri enn 400 gestir á gátt fyri at stuðla.
 
"Tað er bæði rørandi og lívsjáttandi at taka ímóti vertunum, tá ið tey koma aftur við bússunum, tí tey hava so nógv upp á hjartað og eru so glað um tiltakið," sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum, sum vísir á, at vertirnir eru fegnir um høvið at práta um tað, sum vit vanliga ikki práta um í gerandisdegnum. At tosa opið um tey kæru, ið ikki eru millum okkum longur. Meginparturin av vertunum eru fólk, ið hava kent sviðan av krabbameini, og fyri tey er Grannakaffi eitt gott høvi at gera mun og hjálpa Krabbameinsfelagnum at hjálpa øðrum.
 
"Fleiri hava sagt við okkum, at vit mugu ikki gevast við hesum tiltakinum, og tað stuðlar eisini okkara fatan, at Grannakaffi er meira enn krónur og oyru, tí er tað gagnligt fyri øll tey mongu sum eru við, og tey seta øll krabbamein á breddan," sigur Jansy Gaardlykke og vísir á, at Krabbameinsfelagið tí eisini ætlar at halda fram við tiltakinum og næsta ár verður Grannakaffi 2.-4. mars 2018.    
 
Inn komu 400.000 kr í stuðli, og hóast nakað slakari enn árini frammanundan, so er tó talan um eina flotta upphædd, sum Krabbameinsfelagið er ómetaliga takksamt fyri, og sum ger stóran mun í arbeiðnum hjá felagnum.