Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gráti konur í føroyskum politikki?

Tað var úrslitið, ein fróðarmaður kom til, sum eg hitti nú um dagarnar, og sum fyri 110 ferð hoyrdi ein av oddamonnum í føroyskum politikki úttala seg um politisk avrik hjá øðrum politiskum oddamonnum.

Altíð neiligur, atfinningarsamur, ongantíð jaligur og fyrikomandi í aftursvari sínum til politisku avrikini hjá øðrum. Øll onnur uttan hann og tey spæla politiskan sjónleik, og soleiðis hevur hann, Høgni Hoydal, varpa út um allar geilar í nógv, nógv ár, nærum hvørja ferð ein mikrofon verður hildin upp í andliti á honum, segði altso skilamaðurin á gøtuni, sum fylgdi væl við politiska orðaskiftinum.

Eftir mínum tykki skal hin odd vitin í andstøðu Aksel V. Johannesen, ansa eftir, at hann ikki eisini fellur í somu neiligu grøv, var greiða niðurstøða hansara.

“Eru teir, oddafiskarnir í andstøðu, Høgni Hoydal, og Aksel V. Johannesen, ikki endaðir sum gráti konur í føroyskum politikki?” Tíbetur slapp eg undan at svara spurninginum. Helst tí at niðurstøðan tyktist greið tá fróðarmaðurin var liðugur at tala, og ikki minst tí at hann sjálvur eisini átti eitt “partabræv” í andstøðuni.

Lasse Klein