Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Greiðan politikk á øllum samfelagsøkjum – og fyri allar samfelagsbólkar

Yvirlýsing frá eykaflokstinginum hjá Tjóðveldi, 10. mai 2014

Tjóðveldi hevur nú styrkt munandi um støðið undir áhaldandi stríðnum fyri tjóðarfrælsi og frælsi fyri allar føroyingar í samfelagnum. Á eykaflokstingi hava allir partar í skipan floksins viðgjørt og samtykt dagførd og nýggj stevnumið, sum tó í øllum lutum byggja á óbroyttu stevnu floksins, soleiðis sum hon varð samtykt á stovningardøgum floksins 22. og 23. mai 1948.

Tjóðveldishugsjónin og tjóðveldismálini skulu útinnast støðugt á teimum ymsu mótunum í samfelagnum: Í stjórnmálum, landspolitikki og altjóða samstarvi. Í kommunalum og lokalum arbeiði. Í fakfeløgum, vinnufeløgum, áhugafeløgum og felagsskapum. Í mentanararbeiði, í orðaskifti og í gerandislívinum sum heild.

Stevnan setur tey politisku malini, meðan stevnumiðini eru ítøkiligi politikkurin, sum skal fremja stevnuna og málini í verki í dagsins samfelag. Stevnumiðini eru tí dagførd. Ein røð av fólki og bólkum kring alt landið hava í tvey ár arbeitt við at orða og viðgera stevnumiðini. Síðani hevur uppskot verið viðgjørt á eykaflokstingi á Haraldssundi í 2013, og aðalstjórn floksins hevur valt ein redigeringsbólk at skipa uppskotið. Eftir framløgu á regluliga flokstinginum í Sandavági í 2014, er uppskotið sent øllum økisfeløgum og pørtum floksins til viðgerðar, og allir partar í flokkinum og øll tjóðveldisáhugað hava sostatt kunnað viðgjørt og viðmerkt uppskotið.

Stevnumiðini eru skipað í 11 partar:

1. Tjóðveldishugsjónin

2. Frælsar Føroyar – frælst fólk

3. Varandi virðir

4. Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív

5. Somu rættindi – somu møguleikar

6. Ein lærandi og vitandi tjóð

7. Skapandi fólk

8. Burðardyggar Føroyar

9. Størri og samanbundnar Føroyar

10. Altjóða miðdepil í Norðuratlantshavi

11. Vit byggja land

Undir hesum evnum, er nú orðaður og samtyktur ein greiður politikkur fyri øll samfelagsøki og allar samfelagsbólkar. Alt frá ítøkiligum fullveldispolitikki til búskapar- og skattpolitikpolitikk, vinnupolitikk, sosialpolitikk, útbúgvingarpolitikk, mentanar- og listapolitikk, umhvørvis- og orkupolitikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk, javnrættindapolitikk fyri allar samfelagsbólkar, ítróttarpolitikk, ungdómspolitikk, eldrapolitikk, rættartrygd, økismenning o.s.fr.

Í øllum sínum politikki vigar Tjóðveldi støðugt síni politisku mál og sínar ítøkiligu avgerðir á hesi hugsjónarligu vágskál:

• Fremur tað fullveldi fyri tjóðina?

• Fremur tað frælsi hjá øllum?

• Fremur tað fólkaræði?

• Fremur tað javnrættindi hjá øllum?

• Fremur tað samhaldsfesti?

• Fremur tað burðardygd?

• Fremur tað føroyskar førleikar í einum nútímans heimi?

Tjóðveldi staðfestir, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir heimsins við ótaldum møguleikum í náttúrutilfeingi, fólki, vinnu og mentan til at menna eitt frælst samfelag, har øll hava somu rættindi og møguleikar. Avbjóðingin er at virðini og møgleikarnir kunnu koma øllum til góðar – og ikki bert summum framíhjá.

Tjóðveldi leggur dent á, á stríðið fyri frælsi og javnrættindum hjá føroysku tjóðini í heiminum er eitt og sama stríð sum stríðið fyri frælsi og javnrættindum hjá øllum fólkinum, smer tjóðin.

Tjóðveldi leggur dent á eina skipaða loysing. Allar fyrireikingar og samráðingar um ítøkilig mál eru framdar til tess at fremja eina væl skipaða loysing í Føroyum, sum verður kjølfest í fólkaatkvøðum um tilgongdina og leiðina. Og allar greiningar av krøvum og gongdini til ein sjálvberandi búskap eru framdar. Tjóðveldi vil skipa tilgongdina eftir tjóðfundarleiðini, har beinleiðis val verður til at velja umboð úr øllum landinum at skipa ein tjóðfund. Hesin tjóðfundur skal hava almennar fundir kring landið og gera eitt endaligt uppskot til Grundlóg Føroya, sum síðani verður løgd til fólkaatkvøðu..

Tinghúsið á Hjalla, 10. mai 2014

Tjóðveldi