Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grein: Her liggur Piddi

Líkið av Pidda fekk sýrubað. Sýran brendi seg niður í lendi, sum forkom gróðrinum, og tað sást týðuligt á myndum, tyknar 17. November 2011, og fram til dagin í dag, at eingin gróður er har, sum líkið av Pidda kom at liggja. Hetta hevur fingið Emil Sólsker, at spyrja, hvar ólukkan kriminalteknikararnir hjá løgregluni eru. Teir kunnu snøgt kanna lendið, og samanbera skaðan, og samstundis fáa staðfest um skaðin er tann sami á útpeikaðu støðunum.

Niðri í hesum brúsandi brunninum, har tunnilin byrjar, ið tekur í móti øllum yvirflatuvatninum frá byrgingini hjá SEV á Eiði, ið ikki verður brúkt til at framleiða streym, liggur Piddi. Myndin er tikin Mánadagin, 7. November 2011, beint áðrenn klokkan slær 16:00. Um somu tíð eru tveir persónar sæddir á staðnum; annar er eyðmerktur av vitnum, meðan hin ikki enn er eyðmerktur.

Vit eru við eiðismanninum, Emil Sólsker, sum avdúkaði loynidómin um hvat hendi við Pidda hendan mánadagin. Hansara frágreiðing verður stuðlað av vitnum, sum Oyggjatíðindi fyrr hevur nevnt í blaðnum.

Sum blaðið fyrr hevur upplýst, so var tað í veruleikanum tilvildin, sum gjørdi, at Emil Sólsker var suðuri á vatni hendan dagin. Hann hoyrdi tíðindasending, har SEV upplýsti, at framleitt varð 60% av reinari orku, og skilti ikki hví framleiðslan ikki var 100 prosent, og hugsaði sjálvandi um øll tonsini av yvirskots-vatni, sum varð leitt í tunnilin, ið rann beint útaftur norðanfyri Eiðisverkið uttan at gera nyttu.

Tá ið eg komi koyrandi suðureftir uppi á byrgingini, sá eg ein bil við baklúkuni uppi. Bilurin stóð miðskeiðis niðanfrá, har brunnurin við yvirflatuvatninum var. Hesir báðir persónarnir vóru heilt týðuliga órógvaðir. Eg sá teir koma stórleypandi undan steinunum. Teir høvdu stóran skund at sleppa sær burtur, áðrenn eg kom framá bilin.

Baklúkan á bilinum var klamsað aftur, og í skundi koyrdu menninir avstað norðureftir, sigur Emil Sólskerð, sum koyrdi spakuliga tí vegurin er ikki góður við byrgingina. Men tað var skjótt, at hin bilurin hevði vent, og koyrdi nú framvið mínum bili við nógvari ferð.

Eg koyrdi bara víðari longur norður, har eg fann eitt víkipláss, at venda bilinum. Ballaði mær eina sigarett, og roykti hana meðan eg sat og hugsað um tað, sum eg hevði upplivað. Soleiðis stór eg í eina góða løtu, til eg valdi at koyra norðuraftur.

Tað er greitt, at hendingin virkaði so undarlig, at eg valdi at steðga bilinum, har tann fremmandi bilurin hevði staðið. Eg fór oman til brunnin, og tók mynd niðurí við teirri grønu orkuni í huganum, men hugsaði so ikki meira um hetta.

Ikki fyrr enn 17. November 2011, byrjar róp at koma í um alt landið. Nú leitaðu tey eftir Pidda, og tá valdi eg at kanna eftir, og hyggja nærri eftir myndini, sum eg tók niður í brunnin. Tá sá eg nakað, sum saktans kundi vera eitt lík, tí okkurt litað lá í duninum, sum kundi vera reytt ella reddligt.

Eg valdi síðani at fara suður á vatnið aftur, og eg setti bilin, sum eg hevði sæð hin bilin mánadagin 7. November 2011, staðið, men tá eg stígi út, og hyggi niður á vøllin, uttanfyri vegsteinarnar, var grasið bleikt, sum um okkurt hevði dripið vøksturin.

Tað var hetta, sum gott kundi verið okkurt slag av sýru – t.d. mýrusýra, sum eisini kann vera brúkt til reingerð í fiskivunnuni.

Tað var tí greitt, at líkið hevði fingið eitt sýrubað áðrenn bilurin kom á byrgingina.

Mín tanki var, sigur Emil, at teir báðir persónarnir kundu hava koyrt líkið av Pidda, sum var ein tung byrða at bera. Eg tók myndir beint við, har fremmandi bilurin hevði staðið.

Tá teir høvdu fingið líkið úr bilinum, vóru teir at seta tað frá sær, tí teir ikki hava havt nóg gott taka á líkinum, sum haraftrat var tungt at bera, sigur Emil, og tað sást aftur á vøllinum sum sár í náttúruna.

Á veg oman móti brunninum, var tað tíðuligt, at bøkkur var riðin undan einum fóti, sigur Emil Sólsker.

Men tá teir eru komnir oman til kantin til brunnin, er tíðiligt, at teir seta tungu byrðuna frá sær, aftur her er vøllurin bleikur, sum um har hevur ligið ein persónur.

Sólsker er ikki í iva um, at teir báðir menninir aftur hava verið noyddir at sett byrðuna frá sær, fyri at fáa betri tak í, og so lyft líkið upp og tveitt tað í brunnin, og tað var hetta eiðismaðurin sá og avmyndaði.

Emil Sólsker, fer síðani yvirum brunnin, næst vatninum, og tekur mynd yvirum brunnin, haðani líkið er kastað niður í, og sær, at har er riðið undan, tá líkið hevur tikið í av fallinum.

Emil Sólsker blívir við at spyrja hví vøllurin ikki bleiv kannaður, og hví hann ikki er kannaður av teknisku serfrøðingunum hjá ferðaliðnum í Danmark. Har eru nógvir spurningar settir, men ongin er svaraður, tí løgreglan hevur ikki sett neyðugu kanningarnar í verk.

Tað ber t.d. til at kanna hvussu vorðið vatnið verður um sýra verður slept niður í. Og sjálvt um langt er síðani hendingina mánadagin 7. November 2011, so ber tað til í dag, at taka royndir av vøllinum, og samanbera við tey støðini, har vøllurin er sviðin.

Emil Sólskerð er ikki í iva hvat hann sær á myndini:

Her lá Piddi, 7. november 2011, men hvar eru kriminalteknikararnir hjá løgreggluni í dag.

------------

Næsta greinin um Piddagøluna, kemur í blaðið fríggjadagin.