Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grein hjá Bjørn Kunoy um altjóðarættarligar spurningar í Arktis

Bjørn Kunoy hevur skrivað drúgva grein, ið er útgivin í síðstu útgávu hjá International & Comparative Law Quarterly. 

Greinin nevnist “Assertions of Entitlement to the Outer Continental Shelf in the Central Arctic Ocean” og viðger, hvørji landgrunsrættindi strandarlond hava til arktiska økið, heruppií norðpólsøkið, hvussu langt hesi rættindi kunnu hugsast at strekkjast, umframt hvørjar altjóðarættarligar avbjóðingar gera seg galdandi í mun til at hondhevja kravdu rættindini.

International & Comparative Law Quarterly er útgivið av Cambridge University Press. Tíðarritið telist millum leiðandi vísindaligu tíðarritini innan altjóða lóg. 

Til ber at lesa meira um International & Comparative Law Quarterly her: https://www.cambridge.org/core/journals/international-and-comparative-law-quarterly 

Ein samandráttur av greinini hjá Bjørn Kunoy sæst við at trýsta her: https://www.cambridge.org/core/journals/international-and-comparative-law-quarterly/article/div-classtitleassertions-of-entitlement-to-the-outer-continental-shelf-in-the-central-arctic-oceandiv/FA261852B5CAE662312C7CF0D4144D77

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum: http://gransking.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=31