Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grein um lága saltinnihaldið á okkara leiðum

Havstovan hevur seinastu árini í fleiri umførum skrivað um metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi seinastu 3-4 árini. 

Síðani methøgt saltinnihald var mált í 2009, hevur saltinnihaldið sum heild verið lækkandi, men á sumri 2016 lækkaði saltinnihaldið óvanliga nógv. Hetta førdi við sær, at metlág virðir blivu máld í 2017, 2018 og 2019 á Landgrunninum eins og úti á Opnum havi.
 
Nú er nýggj grein komin út, sum lýsir meiri, hví saltinnihaldið lækkaði so nógv. Í greinini verður víst á tríggjar samanfallandi orsøkir: Í 2012 broyttust havstreymarnir út fyri New Foundlandi, soleiðis at meiri feskvatn av Labrador landgrunninum bleiv ført út í subpolara meldurin. Samstundis øktist avfallið sum heild yvir meldrinum, soleiðis at sjógvurin í meldrinum bleiv óvanliga feskur. Tá meldurin í 2014-2016 styrknaði, bleiv tann óvanliga feski sjógvurin skjótt førdur inn í føroyskt sjóøki, og hetta førdi til tað ógvusliga fallið í saltinnihaldi, sum higartil er mátað. Hetta sást týðiliga á sumri og út á heystið 2016, eitt nú í Bankarennuni og við Lívfiskastøðina í Skopun.
 
Greinin er skrivað í samstarvi við granskarar í fleiri londum og er m.a. stuðlað av H2020 verkætlanini Blue-Action. Greinin er atkomulig hjá øllum og kann lesast her.
 
Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)