Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grót og skervur aftur at fáa í Sandoynni

SØLA: Í eina tíð hevur ikki verið møguleiki fyri at keypa grót og skerv frá goymslu í Sandoynni, men hetta ber nú aftur til. Landsverk hevur leigað eitt øki frá Skopunar kommunu á havnarlagnum í Skopun, har nýggja goymslan við gróti og skervi er staðsett.

Talan er um tey mest vanligu sløgini av gróti og skervi, sum nú aftur fáast til keyps í Sandoynni frá nýggju goymsluni á havnarlagnum í Skopun.

Umframt forknúsað grót 0-250 mm, ber stil at keypa skildan skerv í støddunum, 0-8 mm, 8-16 mm (tó ikki á goymslu í løtuni) og 16-32 mm. Somuleiðis fæst óskildur skervur á 0-75 mm.

Fá meira at vita um tey ymsu grót- og skervsløgini HER.