Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðharri, legði uppskotið um at minka grundupphæddina fram fyri einum ári síðani. Hetta fekk hon nógvar ákoyringar fyri, tí grundupphæddin verður av nógvum roknað, sum partur av arvasilvurinum hjá Javnaðarflokkinum, sum hon hoyrir til.

Grundupphæddin í fólkapensjónin – ein eymur spurningur

TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPAN: Neyðug stig mugu takast, eisini um tey eru illa dámd, um nøkur pensjónsnýskpan skal verða. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðharri, sum í fjør tók stig til at lækka grundupphæddina. Almannaveitingar eiga støðugt at kunna samanberast við aðrar lønarinntøkur, heldur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna
 
Ingolf Olsen, journalistur - PRESS
 
Men hon gjørdi tað, tí hon ikki heldur tað bera til at gera eina pensjónsnýskipan við langtíðar haldføri fyri eyga, og samstundis onki vilja broyta í verandi samanseting av veitingunum.
 
Mugu tora
- Eg visti væl, at eg trýsti á eitt eymt stað og fór at fáa mótstøðu. Men vit mugu tora at taka tey neyðugu stigini, um vit framhaldandi vilja tryggja okkara eldru borgarum eitt gott livistøði grundað á samhaldsfesti, sigur Eyðgunn Samuelsen.
 
- Samhaldsfasti er eisini ein skipan, ið Javnaðarflokkurin er sera góður við. Ein orsøk til at lækka grundupphæddina var, at vit sóu, at Samhaldsfasti kundi gerast nýggja grundupphæddin í eini pensjónsnýskipan. Hesi loysnini sær tó ikki út til at vera undirtøka fyri, og tað taki eg til eftirtektar. Í eini komandi pensjónsnýskipan skulu vit sjálvandi hava eina grundupphædd til øll fyri at varðveita universalismuna – tað at øll eiga sín part – í vælferðarsamfelagnum.
 
- Hinvegin kunnu vit ikki bara tvíhalda um, at allar veitingar, ið vit hava í dag, skulu verða óbroyttar, sama hvussu stóra inntøku og/ella pensjónsuppsparing, ið tú hevur. Tað er ikki samhaldsfast. Vit skulu sjálvsagt brúka orkuna uppá tey, sum hava størsta tørvin, sigur Eyðgunn Samuelsen.
 
Vert er at leggja til merkis, at tað er lutfalsliga nýtt, at grundupphæddin er friðað fyri mótrokning. Tað bleiv hon í 1999, tá núgaldandi pensjónslóg kom í gildi.
 
Bruttofisering
Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, vísir á tað óhepna í, at grundupphæddin er skattafrí – tað er nevniliga als ikki til fyrimuns fyri pensjónistarnar í longdini, heldur hon.
 
Í nýskipanartilgongdini er tað eitt mál hjá nógvum, at allar veitingar frameftir verða bruttofiseraðar – tað er gjørdar skattskyldugar. Til dømis grundupphæddin skal so hækkast samsvarandi, so hon eftir skatt hevur sama virði sum í dag.
 
- Almennar veitingar, sum ikki eru skattskyldugar, hava lyndi til at smokka afturút í mun til samfelagið annars. Tí er tað absolutt ein fyrimunur fyri borgaran, um allar almannaveitingar, bæði pensjón og eisini fyritíðarpensjón og aðrar veitingar, eru skattskyldugar. Eitt annað argument fyri tí er, at tað vísir seg, at sovorðnar samansettar veitingar, sum partvíst eru skattafríar og partvíst ikki, eru ógvuliga truplar at samanbera við til dømis eina vanliga arbeiðaraløn, ella eina akademikaraløn ella lønarstøðið generelt.
 
- Tað er óheppið, tí vit hava brúk fyri at vita, hvat ein pensjonistur og ein fyritíðarpensjonistur fær í mun til lønarstøðið annars í samfelagnum. Tað er týðandi at vita, tá vit skulu binda fyri, at nakar smokkar afturút, sigur Kristina Háfoss.
 
TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPANINA: Heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum varpar ljós á arbeiðið at umskipa pensjónsøkið til framtíðina, sum er eitt av teimum stóru málunum hjá hesi samgonguni. Hettar er fjóðra greinin í greinarøð av fimm, sum Ingolf S. Olsen, journalistur, PRESS, skrivar.