Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndin er tikin á summri í 2011, tá David Weinstein vitjaði í Føroyum seinast.

GSD felagið spennandi námsskeið á Deplinum í Skálavík

Kristi himmalfaradag skipar GSD felagið, saman við Ulrike Steuerwald, fyri einum sera spennandi námsskeiði við luttøku av læknum úr Florida, Hollandi og Týsklandi.

Tíðindaskriv:

Í dag fær GSD felagið vitjan av fleiri av fremstu granskarum innan glykogen goymslubrek, eitt nú David Weinstein úr Florida, sum vitjar í Føroyum á triðja sinni. Námsskeiðið verður á Deplinum í Skálavík. Skráin fyri skeiðið er fjølbroytt og spennandi og leggur upp til at geva fólki við GSD breiða vitan og leiðreglur.

Stutt um GSD

GSD stendur fyri Glycogen Storage Disease. GSD er sukurgoymslubrek, sum kann ávirka livur, musklar ella bæði. Sjúklingar við hesi sjúku mugu ganga eftir eini neyvari kostætlan.

Við røttum kosti kunnu fólk við GSD sleppa undan so at siga øllum sjúkueyðkennunum. Tí er læran um kost so avgerandi neyðug fyri heilsustøðuna hjá teimum við GSD.

GSD felagið er eitt lítið sjúklingafelag, sum varð stovnað í mai 2009. Hóast felagið er lítið, so er tað eitt sera virkið felag, sum hevur megnað at hildið fleiri námsskeið fyri limum sínum. Tað eru 16 føroyingar við sjúkuni GSD3a og tvey við GSD5.

Ulrike Steuerwald hevur verið GSD felagnum til stóra hjálp. Hon hevur gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri at savna vitan til føroyingar við GSD. Í mong ár hevur hon áhaldandi verið til reiðar at hjálpt og veitt persónliga ráðgeving til fólk við GSD.

Námsskeiðið byrjar hósdagin 11.30 heldur fram til leygardagin. Skráin sæst niðanfyri.