Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GUL ÆTLAN UM FUNKSJÓN, UMHVØRVI OG ESTETIKK

Havnin skal skína, var eitt gamalt slagorð hjá Tórshavnar kommunu. Nú skal hetta takast bókstaviliga. Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur eina tíð arbeitt við eini ljósætlan, tey kalla "Gula ætlanin". Høvuðsendamálið við gulu ætlanini er orkusparing, standardisering og estetikkur.

 Grundarlagið undir ætlanini er sprottið úr einari norðurlendskari fatan av ljósi og estetikki og greiðari hugsan um orku og rakstrardygd. Og hvussu vit harvið skapa ein vakrari bý.

 Ætlanin snýr seg ikki bara um ljós, men um umhvørvið og estetikk sum heild. Ætlanin er ein manualur, eitt ítøkiligt arbeiðsamboð, sum skal brúkast, hvørjaferð nýggjar ætlanir við ljósi skulu gerast og prosjekterast, eins og tá verandi ljósskipanir skulu umvælast.

 Somuleiðis er ætlanin eitt strategiskt átak, ið t.d. tryggjar eina heildarætlan fyri kommununa. Grundað á politiskar avgerðir og ynskir, verður ein partur av útbúnaðinum, sum leingi hevur verið standard í almennu ljóssetingini, dagførdur við munadyggari tøkni.

 Innleiðslan av LED kemst av altjóða hugsanini um umhvørvið, minni CO2 útláti, minkan í nýtsluni av kyksilvuri, umframt orkusparingina, sum stendst av hesum. Nýggj tøkni stendur á gáttini, og innleiðslan av LED-ljóskeldum í almennu ljóssetingini er byrjað.

 Hetta verður eisini gjørt út frá hugsanini um, at hava ein arkitekturpolitik, har tað verður ynskt at skapa vakrari býir og sum heild leggja dent á byggilistina og estetikkin í býnum.

Hent amboð

 - Gula ætlanin er eitt hent amboð hjá okkum øllum. Hon lýsir, hvussu vit ynskja at sniðgeva ljósini í kommununi. Tað hevur alstóran týdning fyri trivnaðin, at tað er vakurt, ruddiligt ella væl sniðgivið rundan um okkum, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd.

 - Far t.d. oman í miðbýin onkrastaðni, statt still/ur og eygleið lyktapelarnar og ljósini tú sær. Onkrastaðni sær tú upp í fimm ymsar lyktapelar við ymsum ljóslitum. Vit hava ikki hugsað so nógv um tað, bara brúkt av goymsluni, tá onkur pera skuldi skiftast.

 - Við gulu ætlanini verður lættari hjá okkum øllum at fyrihalda okkum til ljósini í kommununi. Tað verður lættari hjá planleggjarum, arbeiðsfólkum, umsiting, politikarum og borgarnum, tí við manualinum í hondini síggja vit, hvussu ætlanin er, at ávísu økini í kommununi skulu sniðgevast.

 - Ætlanin er, at gula ætlanini, eins og hinar kommunalu ætlaninar, skulu eftirmetast javnan, so til ber at broyta innihaldið, so hvørt sum tað er neyðugt.

 - Gøtuljósini eru ein orkuslúkur, tí er sera umráðandi at hugsa um orkunýtsluna. Við í gulu ætlanini hava vit eina ætlan um, hvussu vit minka um orkunýtsluna, m.a. við at leggja um til LED perur, sigur Elin Lindenskov.

Estetikkur og umhvørvi

 Hendan nútíðargerð av tøknini hevur somuleiðis stórar fyrimunir innan rakstur og viðlíkahald. Krøvini til ljósið í dag eru ikki bert til ta tøkniligu dygdina. Ljósið fevnir um týdningarmiklar karmar og viðurskifti, ið skapa virðir og trivna í býarumhvørvinum, har trivnaður er í miðdeplinum.

 Í fyrstu atløgu inniheldur ætlanin eina lýsing av visjónum og endamálum, einum grundarlagi og leiðreglum fyri gott ljós, eins og eina skráseting av verandi útbúnaði.

 Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um ætlanina. Hann vísir á, at ætlanin greinar ymsu økini í kommununi, soleiðis at tað er einfalt at taka støðu til, hvørji átøk skulu fremjast.

 - Haraftrat vísir manualurin greidliga á, hvør útbúnaður skal brúkast í ymsu økjunum, verið tað seg bústaðar ella vinnuøki, miðbýurin ella onnur serlig øki.

 - Endamálið við ætlanini er, at kommunalu ljósini skulu planleggjast, prosjekterast og endurnýggjast eftir eini tilgongd, har funksjón, estetikkur og umhvørvi renna saman í eina eind, sum uppá allar mátar tænir trivnaðinum í býnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.