Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gullkálvur og neyðaregg

Kropp á kroppi seinastu dagarnar undan jólum komu løgtingsumboð Fólkafloksins uppá Løgtingsins røðarapall, og tað var ikki hissini høgg, ið sitandi samgonga fær. Hetta tí miðal- og láglønt hava fingið ein skattalætta á millum 750 og 1200 krónur um mánaðin. 

Sambært tingkvinnuni Mercedis var talan um eitt neyðaregg samanborið við skattalættan, ið núverandi andstøða segði seg hava veitt hægstu lønunum og millióningunum, tá tey sótu við valdið. 

Skilji væl umboð fólkafloksins, tí í teirra heimi eru hesar 750 til 1200 krónur um mánaðin olmussupeningur, samanborið við tær 400.000 krónurnar, sum tey hægst løntu fingu í skattalætta seinasta valskeiði – siger og skriver fýrahundrað túsund krónur í skattalætta tey fýra árini.

So hesi hava veruliga dansað um gullkalvin. 

Spurningurin er so, hvør av hesum bólkum, ið er mest takksamur fyri teirra skattalætta, tey ið áttu ovmikið framanundan, ella tey íð ongan skattalættað fingu frá borgarligu samgonguni. 

At niðurgera 700-1200 krónur um mánaðin í skattalætta og kalla hann eitt neyðaregg, tað er ein beinleiðis háan í móti teimum borgarum, ið nú fáa henda skattalættan. 

Ein stórur samfelagsbólkur av hart arbeiðandi kvinnum og monnum, sum er sjálvur felagsnevnarin fyri okkara vælferðarsamfelag. Mercedis og restin av andstøðuni sótu við valdinum í fýra ár, uttan at lág- og miðalinntøkurnar fingu inn í eygað í skattalætta ella øðrum lættum. 

Nú tríggir mánaðir er gingnir av samgonguskeiðnum, leika hesi somu løgtingsumboðini í sum óðir tarvar, eins og tey hava roynt allar snildir fyri at fella sitandi samgongu. 

Avleiðingin er, at samgongan nú er vorðin nógv sterkari, og hennara tingumboð búnast í strembanini eftir, at vit fram eftir kunnu hava eitt samhaldsfast vælferðarsamfelag. 

Samhaldsfesti er júst tað, sum skapar øvund í teimum borgarligu flokkunum. Tí leika teir borgarligu í sum óðir, nú samgongan ætlar, at samhaldsfesti skal gerast bulurin í eini framtíðar penjiónsskipan. Tað hóvar ikki teimum borgarligu, at tær breiðastu herðarnar skulu bera sín stóra fíggjarliga lut, sjálvt um júst hetta býtið er katalysatorurin í einum framkomnum vælferðarsamfelagið. 

Meðan pensionistarnir við forskattingini av teirra pensiónum máttu knógva undir skattalættanum til tær hægru lønirnar undir borgarligu samgonguni, so er tað ikki annað enn náttúrligt, at tær breiðu herðarnar nú koma at gjalda skattalættan fyri lág- og miðalinntøkurnar hjá sitandi samgongu. 

Sjálvsagt má tað svía hjá Mercedis og hennara andsfeløgum, sum seinasta valskeið oystu 1000-1200 milliónir krónur út í skattalætta til tey vælbjargaðu, meðan lág- og miðalinntøkurnar ikki fingu inn í eygað.

Frank Davidsen
Sørvági