Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gyltu eftirlønirnar hjá landsstýrisfólkum fara í søguna

Landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið við nýggju broytingunum.

Úr Tinganesi:

Fleiri grundleggjandi viðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum verða broytt eftir komandi løgtingsval.

Tað hevur Løgtingið samtykt fyri løtu síðan.

Landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið við nýggju broytingunum.

Gyltu eftirlønarviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum fara nú í søguna.

Eftirlønarskipanin hjá landsstýrisfólkum og løgmanni fer frá einari tænastumannaskipan til eina skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing á sama hátt, sum aðrir borgarar í landinum gera.

- Loksins fáa vit eina rímuliga og rættvísa eftirlønarskipan.Tað er burtur við, at løgmaður og landsstýrið eftir einans átta ár í embætinum hava rætt til fulla eftirløn. Vanlig starvsfólk mugu arbeiða alt lívið fyri at fáa fulla eftirløn. Nú fáa bæði løgmaður og landsstýrisfólk 15% av lønini í eftirløn á sama hátt sum onnur í vanligum starvi hjá tí almenna. Hetta er ein nógv rættvísari skipan. Nýggja skipanin verður eisini munandi bíligari fyri landskassan sum frálíður, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Tað verður ikki einans broytingar framdar í eftirlønarviðurskiftunum hjá løgmanni og landsstýrisfólkum.

Løgmaður og landsstýrisfólk fáa eina lønarhækkan.

Hinvegin fella skattafríu skipanirnar við borðfæi og kostnaðarendurgjaldi, ið fyri einstakar landsstýrismenn kann vera upp til 164.000 kr. skattafrítt um árið, nú burtur.

Løgmaður og landsstýrisfólk fáa nú somu skipan um løgtingslimir, ið ferðast til arbeiðis.

Eisini verður ruddað upp í fráfaringarlønunum.

Tá ið eitt landsstýrisfólk framyvir fær eina fráfaringarløn, verður hon mótroknað løgtingsmannalønini.

Broytingarnar koma í gildi eftir komandi løgtingsval.