Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Habilitetur

Ein av fortreytunum at nakar stovnur kann viðgera eitt mál er habilitetur. Hetta er fyri at tryggja at skipanin riggar. Mest grundleggjandi er skyldskapur, systkin, svágrar og systkinabørn. Í løgfrøðiligum samanhangi eigur sami persónur ikki at viðgera sama mál 2 ferðir, tí aðru ferð verður hann inhabilur.

Tað er ein spurningur um at tryggja integritetin hjá skipanini. Sami maður kann heldur ikki hava fleiri kasjettir, tá ið talan er um sama mál.

Taka vit verserandi pedofilgøluna í Ekstra Blaðnum, so eru nøkur dømi um inhabilar persónar og stovnar. Fyrst og fremst løgreglan í Tórshavn, sum blakaði Reyðberg á dyr, tá hann meldaði misbrotið. Tá kann ein annar úr somu fyritøku ikki koma og tosa um fyrning ella at málið er gamalt. Lógarbrotið er akkurát líka skeivt og feilurin er har enn. Sosiologar siga at fyribrigdið er soleiðis háttað, at har ein pedofilur ræður, er oftani ein heilur kulturur av pedofilum rundanum. Hesir halda allir samlir, at teirra “gøren og laden” er púrasta normalt.

Fyritreytin fyri hesum er sjálvsagt at løgreglan ikki virkar á tí støði, sum krevst í einum modernaðum samfelag. Hitt dømið er Kringvarp Føroya, har tveir fyrrv. meðarbeiðarar eru dømdir sýnsmenn og barnapornokratar. Kringvarpið førir fram at alt er fínasta stás í Føroyum, og at hatta man ikki vera so galið.

Tá ið Scotland Yard fór eftir Jimmy Saville, hevði hann verið deyður í nøkur ár. Men sakin steðgaði ikki har. Teir vistu at har vóru fleiri, sum enn vóru á ferð. So í vikuni bleiv ein 83 ára gamal maður fongslaður, so rættvísið kundi sigra. Scotland Yard er kent fyri sín integritet og ein høvuðsgrundin til at bretska ferðavinnan gongur so væl, er løgreglan, sum virkar sera væl.

Tá ið hetta óskil ber til, so er tað tí óskilið hevur tikið yvirhond á skilinum. Systemið riggar ikki, og grugg hevur tikið ræðið á systeminum. Tað er bert ein vegur fram og tað er at rætta teir feilir, sum gjørdir eru. Verður tað ikki gjørt, skulu politikarar ikki skræða seg um at ungdómurin rýmir av landinum.

Páll Poulsen