Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hægri útbúgvingar fáa fleiri pengar

Hægri útbúgvingar og gransking fáa munandi hægri játtan komandi ár. Tað er greitt, nú uppskotið til fíggjarlóg fyri 2014 er lagt fram. Fróðskaparsetur Føroya fær 4,5 mió. kr. meir, sum eru ætlaðar til at menna nýggjar útbúgvingar og meiri gransking. Og játtanin til Granskingargrunnin hækkar til 7 mió. kr. í fíggjarlógaruppskotinum.

Vinnurættaðar útbúgvingar verða eisini styrktar í fíggjarlógaruppskotinum. Vinnuháskúlin fær hægri játtan, og á Sjónámi í Klaksvík verður farið undir eina nýggja altjóða viðurkenda dekkaraútbúgving í vár. Á yrkisútbúgvingarøkinum verður ein nýggj útbúgving sett á stovn innan tilvirkan og sniðgeving úr ull, skinnum og fiskaskræðu á Tekniska Skúla í Havn.

-Tað er hugaligt at staðfesta, at samgongan stendur saman um at raðfesta útbúgvingarøkið og gransking ovarlaga. Við rúmari kørmum á útbúgvingarøkinum á fíggjarlógini komandi ár verða nøkur ítøkilig stig tikin til at steðga fólkafráflytingini og stimbra fólkavøkstri, sum mælt verður til í Fólkavakstrarætlanini hjá landsstýrinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Ein munandi upphædd er sett av til pedagogikum til lærarar í gymnasialu miðnámsskúlunum. Stígur hevur verið í hesum virksemi tey seinastu 5 árini. Um føroysku gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar framhaldandi skulu verða javnmettar við tær í okkara grannalondum, er ein avgjørd treyt, at lærararnir hava pedagogikum.

Fólkaskúlin, sum er meginásin undir okkara útbúgvingarskipan, fær eisini tryggar fíggjarligar karmar at virka undir í 2014. Serliga sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan og á miðnámi fær hægri játtan.