Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiski myndugleikin hevur í mong ár tosað um eina nýggja pensjónsskipan, og nú hevur sitandi landsstýri so gjørt uppskot til eina pensjónsnýskipan, sum er farin til hoyringar. Her síggja vit tveir fyrrverandi skipsfelagar, sum í dag báðir eru pensjónistar: Mogens Højsted, vinstrumegin, og Ingi Jacobsen. Hóast báðir eru pensjónistar, so siglir Ingi Jacobsen framvegis við trolara í Barentshavinum. Her eru teir báðir á veg til Svínoyar við Rituni.
Mynd: Grækaris D. Magnussen

Hægri útgjald við nýggju pensjónsskipanini

- Við uppskotinum um nýggja pensjónsskipan fáa nógvir limir í Starvsmannafelagnum meira útgoldið enn í dag. Tað sigur Jan Otto S. Holm, búskaparfrøðingur og stjóri í JOSH Fíggjarráð
 
Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
 
Politiska ósemjan um Pensjónsnýskipanar-uppskotið stendur fyrst og fremst um, hvussu stórur partur skal gjaldast úr Samhaldsfasta eftirlønargrunninum, og hvussu stórur partur skal vera eginuppsparing.
              
Í dag fáa stakir pensjónistar gott og væl 10.000 krónur í fólkapensjón, og tað er við gjaldinum úr Samhaldsfasta. Nýggja pensjónsuppkotið leggur upp til, at pensjónistar fara at fáa í miðal góðar 11.000 krónur ella 1.000 krónur meira um mánaðin.
              
- Hetta er eisini galdandi fyri limirnar í Starvsmannafelagnum, sigur Jan Otto S. Holm, búskaparfrøðingur.
 
Eitt sindur ymiskt
Tá sagt verður, at fólkapensjónin í miðal verður einar 1.000 krónur hægri við nýggja uppskotinum, so er hetta eitt miðaltal. Útrokningarhættirnir bera nevniliga í sær, at eitt sindur ymiskt er, hvussu stórt útgjaldið verður. Eftir stendur kortini, at flestu pensjónistar fáa eitt hægri útgjald við nýggju skipanini.
 
Pensjónistar (limir í Starvsmannafelagnum) við eini egininntøku lægri enn umleið 200.000 krónur um árið fáa hægri samlaða veiting, t.e. fólkapensjón og egin pensjón, meðan pensjónistar við egininntøku oman fyri umleið 200.000 krónur fáa lægri samlaða veiting eftir pensjónsnýskipanini enn omanfyri nevndu - sammett við verandi skipan.
 
Verður nýggja uppskotið samtykt, verða tvær skipanir eftir 2020:
 
Tey, ið fylla 67 ár eftir 31. desember 2019, verða ávirkað av øllum broytingum.
              
Tey, ið fylla 67 ár áðrenn 31. desember 2019, koma ikki undir nýggju skipanina, men hesi fáa kortini hækkingina í Samhaldsfasta - eisini rópt AMEG.
              
Í verandi skipan er inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, helvtin av inntøkuni hjá báðum tilsamans. Við nýskipanaruppskotinum verður ongin mótrokning millum hjún.
 
Hoyringsskriv
Fakfelagssamstarvið, ið er samtak av feløgum, sum hava starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, teirra millum Starvsmannafelagið, hevur saman við Jan Otto Holm, búskaparfrøðingi, gjørt eitt hoyringsskriv í sambandi við pensjónsnýskipanina.
 
Sagt verður millum annað í hoyringsskrivinum, at tað er sera týdningarmikið, at ein áeggjan er bygd inn í pensjónsskipanina, soleiðis at lønmóttakarin verður eggjaður at arbeiða og at spara upp.

Fakfelagssamstarvið vísir í hoyringsskrivinum á, at meðan ein pensjónistur við ongari egininntøku fær eitt hægri útgjald upp á 1.029 krónur eftir skatt, fær ein stakur pensjónistur við eini egininntøku upp á 140.000 krónur slakar 1.800 krónur meira eftir skatt sambært nýskipanaruppskotinum. Hinvegin verður munurin lítil hjá einum pensjónisti, sum hevur eina egininntøku upp á 60.000 krónur.
 
Felagssamstarvið mælir tí til, at markið fyri mótrokning í grundupphæddini á kr. 30.000 verður hækkað í kr. 60.000. Úrslitið av hesum verður, at pensjónistarnir við lágum egininntøkum fáa eina meira líka hækking í samlaðari veiting eftir skatt.
 
Víst verður eisini í hoyringsskrivinum á, at vit hava bólkar av lønmóttakarum, sum hava vunnið lítið av peningi á arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum pensjónsgjaldið hevur verið nógv lægri enn 10 prosent stóran part av uppsparingartíðarskeiðnum:
 
Hesir lønmóttakarar verða tí noyddir at arbeiða, eftir at teir náa eftirlønaraldur bert fyri at fáa endarnar at røkka saman. Mælt verður tí harðliga til, at hædd verður tikin fyri fíggjarligu korunum hjá hesum fólkum, og at mótrokningin tí verður flutt til kr. 60.000.
              
Fátækramarkið
Fakfelagssamstarvið ásannar, at kostnaðarstigið í Føroyum er millum tey hægstu í heiminum, og hóast ein fólkapensjónistur fer at hava 11.300 krónur eftir skatt at liva fyri sambært nýskipanaruppskotinum, so er vandi fyri, at nógv fara at liva undir fátækramarkinum. Her kann talan vera um fólk, sum av ymsum ávum ikki hava havt møguleika fyri sjálvi at spara upp til egna eftirløn. Mælt verður tí staðiliga til, at hædd verður tikin fyri hesum, og at veitingin til hesi fólk verður hækkað soleiðis, at tey ikki koma at liva í armóð.
 
Forskatting forðar eggjan
Tá undanfarna landsstýri valdi at forskatta pensjónir við 40 prosentum, var rok á politiska pallinum. Andstøðan, sum í dag situr við politiska valdinum, var í øðini. Eisini fakfeløg vóru í øðini um avgerðina at forskatta pensjónir, men kortini varð avgerðin ikki broytt.
 
Fakfelagssamstarvið vísir á, at við eini tvingaðari pensjónsskipan hevur tað stóran týdning, at løntakarin onkursvegna verður eggjaður at gjalda inn í skipanina. Mælt verður sitandi landsstýri til ikki at hava sama hugburð til hesi viðurskifti, sum undanfarna landsstýri. Víst verður á, at áðrenn pensjónistar vórðu forskattaðir, var kapitalpensjón skattað við 35 prosentum, meðan hinir útgjaldshættirnir vóru skattaðir sum A-inntøka. Tískil var skattingin hjá teimum flestu í mesta lagi 35 prosent.
 
Fyri at lønmóttakarin skal spara upp til pensjón við góðum hugi mæla vit til, at pensjónsforskattingin í mesta lagi verður 35%. Tað vil siga, at skattastigin lækkar við 5 prosent-stigum úr 30-, 35- og 40 prosentum niður í 25-, 30- og 35 prosent.
 
Um tilmælið um broytingar í skattastiganum ikki vinnur frama, mælir Fakfelagssamstarvið í øðrum lagi til ein progressivan pensjónsskattastiga, soleiðis at løntakarar ikki aftra seg við at arbeiða meira. Víst verður á, at eggjanin at arbeiða má varðveitast soleiðis, at løntakarin hugagóður fer undir at spara upp til egna pensjón.

- Hetta hevur stóran týdning, um pensjónsskipanin skal hava lív lagað, tí tá gagnar skipanin bæði samfelagnum og løntakarunum, sigur Fakfelagssamstarvið millum annað í hoyringsskrivinum.
 
Uppskotið um nýggja pensjónsskipan leggur upp til, at øll skulu gjalda í minsta lagi 12 prosent av pensjónsgevandi løn til pensjón í 2026. Samstundis stendur tað øllum frítt fyri at gjalda meira enn 12 prosent, ynskja tey tað.