Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HAKIN SETTUR Í Á ARGJAHAMRI

Lítil hátíðarløta var í morgun á byggiøkinum vestanfyri Skúlan á Argjahamri. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, søgdu nøkur orð, áðrenn tey settu hakan í.

 Borgarstjórin segði m.a., at tað er ein sannroynd, at í áravís hevur tørvur verið á fleiri venjingartímum í ítróttahallum í høvuðsstaðarøkinum. Talan hevur verið um ein vaksandi tørv, heilt síðani Hoyvíkshøllin varð bygd.



 - Men nú verða nýggjar hallartíðir í høvuðsstaðnum.
Býráðið hevur samtykt tvær hallarútbyggingar. Høllin á Hálsi skal byggjast út til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.

Eisini her á Argjum verður nú loksins ítróttahøll, segði Heðin Mortensen.

 - Dupultfimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri verður nú út- og umbygd til fulla ítróttahøll - íroknað áskoðarapláss.
Við hesum báðum ítróttahallum aftrat fær innandura ítróttin, serliga hondbólturin, flogbólturin og skjótt vaksandi ítróttin kurvabóltur, nógv fleiri tímar til nógva virksemið, sum í fleiri ár hevur verið darvað av vantandi venjingartímum.

 - Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast.



 - Eftir ætlan verður Høllin á Hálsi liðug útbygd tíðliga í 2017, og høllin her á Argjahamri á heysti næsta ár. Í 2019 er væntandi eisini ein nýggj ítróttahøll bygd í Skúlanum á Fløtum.
Tá er hallarkapasiteturin tvífaldaður. So av sonnum eru nýggjar hallartíðir í høvuðsstaðnum.

 -
Verandi høll her á Argjahamri svarar til eina hálva ítróttahøll og verður nú bygd út soleiðis, at høllin verður á stødd við eina ítróttahøll. Tá fer hon at kunna hýsa handbóltsdystum og øðrum. Í høllini verða 200 áskoðarapláss.


 - Arbeiðið verður framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara og Sp/f MAP arkitektum sum ráðgeva, umframt við undirráðgevunum P/F LBF innan konstruktión og el, og Sp/f PB Consult innan hita, vatn og sanitet. Arbeiðið fer at kosta umleið 18,5 mio.kr.

 - Eftir ætlan verður fyrsti dysturin spældur í høllini í februar 2017.

Tað skal vera mín vón, at øll fáa gagn av høllini, næmingar og argjafólk, umframt tey mongu, sum í løtuni hava torført at finna venjingartímar í verandi hallum.

 - Eg fari at ynskja tykkum, sum skulu standa fyri byggingini, bestu eydnu við arbeiðnum við ynski um, at tað fer at ganga bæði skjótt og væl, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.