Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Haldføristrupulleikin í 2050 loysir seg (næstan) sjálvur

Hagstovan gjørdi eina stokkastiska framskriving út frá tølum frá 1985 fram til ca. 2013 ella 2014. Búskaparráðið brúkti hesa framskriving í sínari frágreiðing og tí tosa øll í dag um væntandi haldføri á 750 milliónir í 2050. 

Sum nevnt byggja útrokningarnar uppá framskriving av tølum aftur til 1985. Vit at hyggja eftir árligum til og fráflytingum sæst, at tey stóru útsvingini eru fráflyting í kreppuárum. Øll ár tá tað gongur væl er tilflyting. Út frá hesum kunnu vit siga, at tað er gondin í búskapinum, sum avgerð um vit hava til ella fráflyting og støddin av hesari flyting. Vit hava havt fráflyting 17 ár og tilflyting 12 ár.

Tí eiga vit ikki at taka hesa framskriving fyri meira enn hon er. Nevniliga ein framskriving.

Búskaparráðið roknar í sínari framskriving við búskaparvøkstri. Tí er tað neyvan rættvísandi samstundis at rokna við fráflyting. Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at vit fáa búskaparvøkstur og fráflyting. So longu her er ein trupulleiki við útrokningunum.

Tá vit lesa víðari síggja vit, at rokna verður við at talið av 20-69 ára gomlum minkar 20%. Hetta er eisini trupult at ímynda sær. Um vit hava búskaparvøkstur, so verða ikki færri arbeiðspláss enn tað eru í dag. Tí eiga vit at rokna við, at talið av teimum 20-69 ára gomlu verður tað sama sum í dag.

Framskrivingin hjá búskaparráðnum og hagstovuni sigur, at tað verða ca. 6.000 fólk færri í aldrinum 20-69 ár. T.v.s. at arbeiðsstyrkin minkar tilsvarandi. Sjálvandi sæst hetta aftur um tað er rætt. Men eg dugi ikki at síggja hvussu hetta kann lata seg gera, uttan í einari stokkastiskari framskriving. Vit hava altíð havt tilflyting, um arbeiði er at fáa. Tí ber ikki til at hava búskaparvøkstur og fráflyting samstundis.

Á síðu 36 í várfrágreiðing 2015 vísur búskaparráðið á, at við óbroyttari demografi, so er búskapurin haldførur eisini í 2050!!!!!! Fantastist! Altso tað vit skulu gera er at rætta upp fyri demografisku broytingarnar.

Tað verða nógv fleiri eldri. Men tey verða frískari enn nú. Tey spara sambært lóg upp til egna pensjón! Tey kunnu arbeiða, serliga um vit eiga passandi arbeiði at bjóða. Tey kunnu brúka pengar. Tey krevja ikki meira røkt enn tey gera í dag pr. persón. Og økta vælferðin fer fyri teirra part at síggjast aftur sum betri og dýrari viðgerð, sum ráðini eru. Vit nøkta ikki tørvin í dag. Og krøvini fara altíð at verða størri enn tilboðini! Men tað er uppá tíðina, at tey eldru verða rokna sum eitt tilfeingi, heldur enn ein byrða.

Tað verða fleiri børn fødd, enn nakar árgangur. Stórsti árgangur eru tey sum eru 48 ár. Tey eru 737 í tali. Tí minkar talið í arbeiðsførum aldri bert um tað verður fráflyting.

Trupulleikin við manglandi haldføri á 5% av BTÙ er ikki reellur. Rætta talið er nógv nógv lægri! Og tí er hetta sera einfalt at loysa. Orsøkin til at vit nógv lættari enn onnur kunnu loysa hendan trupulleika er, at vit hava nógv størri burðaravlop enn onnur, vit samanlíkna okkum við, samstundis sum vit hava ótroyttar møguleikar í exportvinnuni.

1. Vit fyribyrgja stórum kreppum!
2. Vit lata vinnuna behalda part av ónormalum yvirskoti afturfyri at tað fer til íløgur, 
    soleiðis at vit fáa økt útflutningin eins og fólkatingsmaður hevur víst á er møguligt.
3. Sámuligar umstøður, soleiðis at fólk velja tilflyting fram um fráflyting.
4. Fleiri arbeiðspláss í exportvinnuni og relativ lønarhækking á ca. 25% til tey á virkjunum.

Soleiðis verða vit 6.000 fleiri íbúgvar 20-69 ár enn búskaparráðið og hagstovan vænta.

Búskapurin verður haldførur og helst reiðuliga tað.Og alt hetta, uttan at vit gera nakað uttan skilagóðar karmar fyri exportvinnuna! og rettidig omhu.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S.

Úr várfrágreing búskaparráðsins 2015** II 11.1 NR_1: Som ‘baseline’, MEN med samme demografi som i 2013 Forudsætningen om uforandret demografi for årene 2013 til 2051 er lagt ind. Dette er selvsagt urealistisk, men vil vise hvilken betydning demografien har for den finanspolitiske holdbarhed. Lige som i ‘baseline’ er sund aldring medregnet. Med disse forudsætninger er holdbarheds-indikatoren positiv med værdien 0,3%. Dette betyder at den finanspolitiske holdbarhed ville have været god. Dette resultat viser derfor, at alle problemerne med den finanspolitiske holdbarhed stammer fra en forandret demografi.