Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Haldið kjaft føroyingar

Spyrjið fólkaflokkin, áðrenn tit úttala tykkum, um eitthvørt mál og einihvørja avgerð.

Hetta er serliga galdandi fyri umboðsmannin, KVF og anstøðupolitikarar, landsins tænastufólk og annars fyri bæði mannin og konuna á gøtuni.Tað er ótolandi og fullkomuliga óacceptabult við óredigeraðum kritikki av okkum.

Vit eru hevjaðir yvir pøbil og pakk og annars øllum øðrum, og vit tola einans tað, sum vit sjálvir halda, skriva og siga ella tað onnur endurgeva okkum fyri, um tað verður sitera 100% korrekt. 

Okkara hægsta ynski og mál er einaræði, tí so høvdu vit kunna stýrt øllum bæði fólki og fæi uttan nakað tvætl frá umboðsmonnum og vinstrahallum útvarpspingum, ið ikki hava respekt fyri okkara stjørnustatusi. Pøbil og pakk kundu vit tá bara traðkað á. Ongin hevði sagt so mikið sum eitt einasts orð. Og so høvdu fólk hildið kjaft og staðið rætt, tá vit vístu okkum. Tað er soleiðis, tað eigur at vera.

Dagfinnur Danbjørg.