Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd frá Kórfestivalinum 2016, tá umleið 180 sangarar luttóki í felagskórinum. Hetta kórið verður uppaftur størri enn í fjør.

Hálvthundrað ár við kórstevnum

Heili 13 kór og stórt felagskór fara at mynda Kórfestivalin 2017, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin. Talan er um eitt jubileumsár hjá føroyskum kórsangi, tí í ár eru 50 ár liðin, síðani fyrsta kórstevnan varð hildin í Føroyum. Eins og tvey tey seinastu árini verður aftur í ár talan um eina kapping millum kórini, eins og eitt stórt felagskór undir leiðslu av Tóru Vestergaard fer at undirhalda áhoyrarunum, sum koma í Norðurlandahúsið leygardagin. 

Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya 27. apríl 2017

Leygardagin 29. apríl verður skipað fyri stórum kórtiltaki í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Kórfestivalur  2017”. Umframt luttøku av 13 kórum kring landið, verður eisini skipað fyri einum felagskóri, sum Unn Patursson hevur skrivað eitt kórverk til.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Fyri tveimum árum síðani luttóku 8 kór, í fjør 11 kór, og í ár er talið komið upp á higartil 13 tilmeldaði kór. Talan er um Tórshavnar Manskór, Tarira, Fuglafjarðar Sangkór, Gøtu Kirkjukór, Eystanljóð, Havnarkórið, Morgunkórið, Xperiment, Kamarkórið, Glymur, Vestmanna Sangkór, Kristiliga Sangkórið og Flóð.

Eins og hini árini verða virðislønir handaðar. Fyrsta virðisløn verður fyri bestu framførslu, har hugsað verður hugsað um eitt nú neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk.

Onnur virðisløn verður fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni í uppstilling og so framvegis. Tað vil siga at vísa nakað, sum ger framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga.

Triðja virðisløn er ein áhoyraravirðisløn, har áhoyrarnir kunnu seta kross á ein atkvøðuseðil, sum verður samlaður inn, meðan felagskórið syngur.

Endamálið við kappingini er at fáa kórini at hugsa eitt sindur um, hvussu og hvat tey syngja. Talan er sostatt ikki um ikki katogoriir at kappast í, men at hetta meira er íblástur til kórini at finna upp á okkurt, sum kann gera eina framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt. 

Framføra nýskrivað kórverk
Eins og í fjør er leiðari fyri felagskórið, Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri. Hon hevur útbúgving í sangi og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og leiðir eitt nú føroyska Húsakórið í Keypmannahavn.

Felagskórið fer at framføra verkið “Heystforsøgn”, sum Kórsamband Føroya hevur biðið Unn Patursson skriva til høvið. Orðini eigur Lív Maria Róadóttir Jæger. Í fjør høvdu heili 180 sangarar teknað seg til felagskórið, og tað verður valla minni í ár, tá tekningarfreistin er úti 15. apríl. 

Sjálv konsertin byrjar kl. 16.00 leygardagin 29. apríl í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani felagskórið.  

Vinarliga 

Nevndin í Kórsambandi Føroya
og fyrireikandi umboð fyri kór í Havn