Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hamradun á Vaglinum, í gjár

Leygardagin, 23. oktober, lat TUTL út fyrstu útgávuna hjá forkunnuga nýggja føroyska fólkarokkbólkinum Hamradun út. Í hesum sambandi var móttøka í TUTL-handlinum á Káta Hornið kl. 16. Fløgan verður til keyps, og TUTL bjóðar kaffi, te og okkurt søtt afturvið. 

Manningin í Hamradun, ið telur Pól Arna Holm, John Áka Egholm, Una Debess, Rana Hammershaimb Christiansen og Finnur Hansen. er samansett av ymiskum tónleikarum, ið m.a. hava spælt við kendum nøvnum sum Týr, Hamferð, GoGoBlues, Eager To Please - bert fyri at nevna nøkur fá. Tónleikurin ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og eru allir tekstirnir á føroyskum.