Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hamradun, Pól Arni Hol

- “farni” Týr-sangarin “vendir heim” og ger sítt egna meistaraverk!

Fái hesa kensluna av eini rødd Týr misti, men nú reisir seg og gevur fólkarokkinum nýtt og øðrvísi lív – heilt ómetaliga gott og gjøgnumført!

Kann til stuttleika nevna, at henda má røra okkum onkursvegna, tí tá setti meg at lurta eftir løgunum, komu abbabørnini beinanvegin og sá eg á teimum, at hetta er góður svingandi tónleikur – tað sigur nakað!!  

Ein fantastisk rødd, sum er millum tær bestu innan sítt øki, tí Pól Arni klárar at fara niður í lægru og høgu tónarnar og lata hetta í ein fólksrockligan búna, ið fær okkum aftur í fornkendar, men eisini viðkomandi røtur.

Minnist hann frá tíðini í Týr og serliga við lagnum Ormurin Langi, sum var eitt stórt hitt her og í Íslandi.

Týr hevði fingið hann við á Summarfestivalin í 2013 og tá hann tók í “Ormin Langa”, sást tað sanniliga á áhoyrarunum – STÓRT!

Hansara stóri áhugi fyri tí forna gevur tónleikinum nakað heilt serligt, tí hann leggur so nógv í greiða frá síni søgu, at ein fær hesa kensluna av nærlagni og fakligari vitan.

Tað er ikki at koma frá, at fløgan fær okkum at hugsa um Týr, men eg haldi hon ber eitt sindur frá, tí eg kann hóma meira fólksligan rock, ið er meira bleytur í sínum undirtónum.

Persónliga dámar mær stak væl, at Pól Arni hevur tikið “Ein stutt og stokkut læta” við, tí teksturin er sterkur, men eg haldi eisini hann syngur so heilt fantastiskt og inniligt – GOTT!

Uni Debess og hinir koma rættiliga væl frá ljóðførunum og Finnur Hansen er komin væl frá upptøkunum og ljóðblandingini.

Løgini á útgávuni:

1. Sneppan – orð: Pól Arni – lag: Torbjørn Lisberg – lagt tilrættis: Uni Debess

2. Snæbjørn – orð: Pól Arni – lag: írskt fólkalag – lagt tilrættis: Uni Debess 

3. Útlegd – orð og lag: Pól Arni – lagt tilrættis: Uni Debess

4. Sinklars vísa – lag: føroyskt kvæðalag – lagt tilrættis: Pól Arni og Uni Debess

5. Ein stutt og stokkut løta – orð: Mikkjal á Ryggi – sálmalag – lagt tilrættis: Pól Arni og Uni Debess

6. Frísarnir – orð og lag: Pól Arni – lagt tilrættis: Uni Debess

7. Kvæðið um hargabrøður – orð: Pól F. Joensen – vísulag – lag tilrættis: Pól Arni Holm og Uni Debess

---------

Hamradun var til ummælis í Kvørnini hesaferð.

Kunnu tit taka hetta við.

Gott vikuskiftið!

 Vh

Fríðálvur

 

Leinkja til sendingina:  http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/11/05/kvrnin-ummlir-hamradun#.VjzRaGs5rYg