Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Handilsvinnan merkir at føroyingar eru heima

Føroysku handlarnir selja sum heild væl í hesum døgum. Nógv hava avlýst uttanlandsferðina og brúka heldur pengarnar til møblar, máling, mótaklæðir og mat.

Tey sleppa ikki til Mallorka í summar, og tí kunnu tey eins væl brúka tíðina – og pengarnar – til at mála stovuna. Tá stovan er málað, sær gamla sofan so slitin út. Inn við eini nýggjari. Og nú stovan er vorðin so snøgg, má vesið eisini hava ein umgang.
 
Korona hevur broytt ætlanirnar hjá nógvum føroyingum fyri summarið – og eisini hvat vit brúka pengarnar til í ár. Vit keypa meira í egnum landi, og tað merkja handlarnir væl. Nógvir handlar selja munandi meira nú enn somu tíð í fjør.
 
Fyrst mála vit…

Í Vøruhúsinum á Hjalla, sum selur møblar, búnýti og máling, fáa tey nógvar kundar á gátt. Soleiðis var tó ikki fyrstu tíðina í mars, tá korona byrjaði at gera um seg í Føroyum.
 
- Fyrsta vikan var eitt sindur løgin. Fólk vóru fjálturstungin, tí ongin visti, hvat fór at henda. So tá var rættiliga friðarligt. Men síðani hevur verið rættiliga nógv at gjørt, sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum á Hjalla.
 
- Vit hava selt nógv meira máling enn vanligt. Og tá fólk fara at mála, broyta tey ofta okkurt annað eisini, til dømis nýggjar møblar, greiðir Peter Mouritsen frá.
 
Hann sigur, at tað eru serliga størru møblarnir, sum sofur, sengur og spísistovuborð og –stólar, ið ganga væl. Eisini hóast talan kann vera um møblar í dýrara endanum.
 
- Kundarnir siga ofta, at tey fara ikki at ferðast í ár, so nú skal frítíðarlønin brúkast til hetta, sigur Peter Mouritsen.
 
Tógv og bjargingarvestar
Hjá Berglon, sum hevur handil í Runavík og Klaksvík, lata tey sum heild væl at søluni í vár. Serliga tann parturin, sum er til privatfólk. Berglon selur eitt nú frítíðarklæðir, búnýti, tógv, harraklæðir, arbeiðsklæðir til vinnuna og línureiðskap til skip og bátar.
 
- Kontantsølan hevur gingið væl. Vit hava m.a. selt nógvar leikur, tógv og trampolinir. Eisini merkja vit, at fólk eru farin at gera húsini í stand og skulu hava nýggj handkløð til baðirúmið, nýtt spegl og ymiskt annað til heimið, sigur Eyðvør Berg, varastjóri í Berglon.
 
Berglon hevur eisini selt nógvar bjargingarvestar, serliga í apríl mánað. Og nú í mai eru tað fjallaklæðir og –skógvar, sum ganga væl.
 
- Alt, sum eitur klæðir, gekk annars trekari í mars og apríl, tí fólk tordu ikki at passa klæðir av ótta fyri smittu, sigur Eyðvør Berg.
 
Nethandilin øktist heilt nógv í mars og apríl, og hann er framvegis størri enn vanligt.
 
Sølan til vinnuna hevur verið nógv lakari, síðan korona kom.
 
Tey selja arbeiðsklæðir til eitt nú flakavirkir og handverkarar, og her merkist ein týðilig afturgongd í eftirspurninginum. Tað sama er við línureiðskapinum. Har er eisini minni søla, sigur varastjórin í Berglon.
 
Ferð á nethandilin
Eisini innan sjónvørp og elektronikk hava tey merkt framgongd í søluni í vár. Power í SMS hevur havt nógv vitjandi seinastu vikurnar.
 
- Vit høvdu stongt í fýra vikur sum tey einastu í bransjuni. Tað var rætt at stongja SMS tá, men av kappingarávum var tað sjálvsagt keðiligt, at bara vit stongdu. Síðan vit lótu upp aftur, hevur nógv ferð verið á, sigur Høgni Zachariasen, stjóri í Power.
 
Hann sigur, at áðrenn tey stongdu í mars, vóru færri fólk í handlinum, tí tey vóru ørkymlað um vandan fyri smittu. Men beinanvegin SMS lat upp aftur, var stór ferðsla inn í handilin.
 
Power hevur meira at gera í hesum døgum enn somu tíð í fjør, og tað eru allir vørubólkar, sum selja væl – tað veri seg sjónvørp, vaskimaskinur, teldur og playstation.
 
Høgni Zachariasen heldur, at hetta at fólk hava fingið frítíðarløn og neyvan fara at brúka hana til at halda summarfrí uttanlands í ár, ger at meira ferðsla er inn í handlarnar at keypa.
 
Eisini nethandilin hjá Power hevur gjørt eitt risalop undir korona.
 
- Nethandilin øktist sera nógv, tá vit stongdu og er hildin fram, eftir at vit lótu upp aftur, sigur Høgni Zachariasen.
 
Hvíthús
Í Klaksvík var býurin rættiliga hart raktur av korona og sóttarhaldum, og hetta merktist eisini í handilsøkinum.
 
Mona Rasmussen eigur klædnahandilin Hvíthús, sum fyrst og fremst selur konufólkaklæðir.
 
Nú vit eru komin út í mai, gongst væl við søluni, og handilin hevur nógv vitjandi. Tá smittan gjørdi um seg, avgjørdi Mona Rasmussen at steingja handilin í hálvaaðru viku. Eisini aðrir handlar og matstovur stongdu í býnum.
 
Fyrstu tíðina eftir at Hvíthús lat upp aftur, høvdu tey bert opið seinnapartar, men nú eru upplatingartíðirnar nøkulunda vanligar aftur.
 
- Fólk eru farin at keypa aftur. Herfyri var langur leygardagur, og tá vóru nógv fólk og vitjaðu í handlinum, sigur Mona Rasmussen.
 
Tað ávirkaði eisini søluna í Hvíthús, at veitslur og føðingardagar vórðu avlýst.
 
- Fólk gingu ikki og leitaðu eftir klæðum, tí tey skulu í brúdleyp, føðingardag ella konfirmatión.
 
Betur enn væntað
Sum heild metir Mona Rasmussen, at sølan í vár er á góðari leið.
 
- Eg hevði ímyndað mær, at tað bleiv verri. Men sølan hevur ikki verið so galin, sigur hon.
 
Nógvar kvinnur keypa summarklæðir í Hvíthús, áðrenn tær fara suðureftir at ferðast. Mona Rasmussen hevði – áðrenn nakar visti um korona - keypt lættar sandalur inn til júst hesa søluna. Men nú fer ongin suðureftir í ár.
 
- So nú standa tær har, men tær rigga eisini væl sum inniskógvar, sigur Mona Rasmussen skemtandi.
 
Selja meira mat
Hjá matvøruhandlum gongur eisini væl.
 
Bassi Haraldsen eigur saman við øðrum Á-handlarnar í Fuglafirði, Glyvrum, Vestmanna, við Sundsvegin og Landavegin í Havn, umframt ein Samkeyp-handil á Toftum. Hann er stjóri í øllum seks handlunum.
 
- Vit merkja rættiliga væl, at fólk keypa meira. Fólk eta meira við hús, og næstan ongin fer av landinum, sigur Bassi Haraldsen.
 
Handlarnir hava havt meira umsetning, tí at nógvar matstovur, kaffistovur og kantinur á skúlum og arbeiðsplássum hava verið stongd. Tann sølan er so flutt frá heilsølum út í handlarnar.
 
Tað eru serliga matvørur, sum handlarnir selja meira av. Eisini selja tey nógva hondsápu, sigur Bassi Haraldsen.
 
So samanumtikið bendir nógv á, at vit leggja meira pengar eftir okkum í handilslívinum, nú korona hevur sett avmarkingar í ferðingarmynstrið hjá føroyingum.