Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Handilsvinnufelagið: Millumlanda internethandil og føroyska handilsvinnan

Í seinastuni hevur verið tosað nógv um, at sølan av vørum úr útlandinum av internetpakkum er vaksin sera nógv. Er virðið av hesum pakkum kr. 300,00 ella lægri, skal brúkarin hvørki gjalda meirvirðisgjald á 25% ella toll fyri hesar pakkar.

Eisini verður nevnt, at føroyingar kunnu, tá teir koma til Føroya umvegis flogvøllin ella við Norrønu, keypa fyri krónur 2.500,00 uttan at gjalda MVG – og hetta er hvørja ferð, teir ferðast. 

Handilsvinnufelagið hevur fingið fyrispurningar frá miðlum um hesi bæði málini, har spurt verður hvørja ávirkan hetta hevur á vanligu søluna av handilsvørum í Føroyum.

Handislvinnufelagið hevur tíverri ikki neyv tøl fyri, hvussu nógvir internetpakkar koma til Føroya um árið, og sum sleppa undan at gjalda MVG, vegna tað at virðið er kr. 300,00 ella lægri. Ei heldur vita vit, hvussu nógv føroyingar keypa í útlondum uttan at gjalda mvg.

Tað er tó umráðandi fyri okkum og okkara limir, at brúkarin er heilt vísur í, at Handilsvinnufelagið hevur einki ímóti, at brúkarin keypir vørur gjøgnum netið, og ei heldur at brúkarin keypir vørur í útlondum – tað skuldi bara mangla. Hettar skal ikki síggjast sum eitt mótmæli frá Handilsvinnufelagnum til, at brúkarin keypir nakað av sínum vørum gjøgnum ymsar nethandlar, men tvørturímóti sum ein ”vón” um javnbjóðis møguleikar.

Tað, felagið loyvir sær at vísa á, er, at tey, sum selja handilsvørur í Føroyum og skapa nógv arbeiðspláss í heimlandi okkara og gjalda skatt her í landinum, verða sett javnbjóðis við allar aðrar handlar í hesi globaliseraðu verð, og hetta merkir tí, at tú sum brúkari í Føroyum (í einum føroyskum handli) eigur at kunna keypa fyri eitt virði á krónur 300,00 uttan at gjalda mvg og toll – tá eru vit øll javnsett mótvegis lógini.

Tummas Hanus Dam
Formaður í Handilsvinnufelagnum