Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Handilsvinnufelagið tekur skránna fram aftur

Skráin hjá Handilsvinnufelagið varð fyribils løgd á hillina, tá ið koronafarsóttin breyt út tíðliga í hesum árinum, men nú ætlar Handilsvinnufelagið at taka skránna fram aftur.

Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur ta fatan, at hóttanin frá koronafarsóttini er vorðin partur av gerandisdegi okkara. Vit mugu tí tillaga atferð okkara eftir hesum veruleika, og frameftir royna at fáa vanliga gerandisdagin at virka innanfyri karmarnar av koronatilmælunum. 

Handilsvinnufelagið hevur tí sett eitt heimleiðistiltak á skránna, hósdagin 24. september kl. 14, har fyrilesturin hjá Mads Hvidved Grand: “Hvussu verður gamalt brand flutt í nýggjan veruleika?” verður á skránni. Hesin fyrilesturin skuldi havt verið í vár, men varð fyribils útsettur, tá ið koronafarsóttin breyt út. 

Størsta handilssamtakið á danska smásølumarknaðinum skifti í 2018 navn og samleika frá Dansk Supermarked til Salling Group. 

Handilssamtakið skuldi nú marknaðarførast við einum nýggjum og øðrvísi brandi, sum var væl og virðiliga fyrireika frammanundan, men ber tað yvirhøvur til at broyta fatanina av einum so kjølfestum brandi, sum Dansk Supermarked var? Hvussu varð hetta gjørt? Og hevur tað yvirhøvur verið stríðið vert?

Hesum kemur Mads Hvidved Grand, fyrrverandi samskiftistjóri í Salling Group, at greiða nærri frá á einum heimleiðistiltakið fyri limunum í Handilsvinnufelagnum, hósdagin 24. september 2020, kl. 14, í Vinnuhúsinum. 

Umframt at hava verið CSR- og samskiftisstjóri í Salling Group, so hevur Mads Hvidved Grand m.a. verið samskiftisstjóri við Århus Universitet, redaktørur og projektleiðari í Danmarks Radio og korrespondentur og journalistur fyri Ritzaus Bureau. 

Mads býr í dag í Hoyvík, har hann hevur egið samskiftisbureau. 

Fyri at kunna halda galdandi koronatilmælir, er freistin at melda til tiltakið sett til mánadagin, 21. september 2020, kl. 12. 

Tiltakið er ókeypis fyri limirnar í Handilsvinnufelagnum.