Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Deyði maðurin var funnin á Vaglinum fyrr í kvøld. Fyri løtu síðani varð ein maður handtikin.Men ivasamt er um hesin hevur nakað við deyða mannin at gera.

Ivasamt um maðurin er dripin

Fyrr í kvøld skrivaðu vit, at ein maður var handtikin í samband við deyða mannin, ið funnin var á Vaglinum í Havn.

Dagur & Vika upplýsti, at ein deyður maður var funnin á Vaglinum í Havn. Løgreglan hevði í hesum sambandi, avbyrgt Vaglið, og hevur síðani kanna økið, har løgreglan setti tjald upp.

Síðani frættist, at løgreglan hevði  handtikið ein mann, sum hildið verður hevur okkurt við deyða mannin, sum varð funnin fyrr í kvøld, at gera.

Vit skilja, at tann deyði í fleiri ár hevur verið sera váttligur, og tí kann vera deyður av, at kroppurin ikki orkaði meira, men hetta er ikki váttað.