Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hans Andrias á G!

G! avdúkar í dag, at inniligi amerikana íblásti sangarin og sangskrivarin og klaksvíkingurin Hans Andrias verður á G! skránni í ár. 

Við lagnum “Don’t Want to Burn” fekk Hans Andrias sítt gjøgnumbrot í føroyskum útvarpi. Gittarleikarin í Grandma´s Basement, vísti seg ikki bara at vera ein góður sangskrivari, men eisini ein góður sangari. 

Í 2012 fekk hann heiðurslønina ‘Ársins nýggi einstaklingur’ á Planet Awards, og hann hevur síðan spælt Føroyar tunt til eitt nú Nirvanakvøld í leiklutinum sum tann føroyski Kurt Cobain og og til Paul McCartney heiðurskonsertirnar í Norðurlandahúsinum og Spaniastovu.

Framførslur í Tøting, í Losjuni og á Summarfestivalinum, hava víst, at hetta er ein sera spennandi sangari og sangskrivari.

Tónleikurin hjá Hans Andrias er inniligur americana folkrokkur, og fyrsta staklagið av komandi útgávuni ‘Hell Hounds’ leiður tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.

Fløgan er á veg, og verður innspæld í Studio Bloch og Bunkaranum, og vit frøðast um at kunna kunngerða, at Hans Andrias fyri fyrstu kemur á G! pall.