Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hansa Maria Olsen vann ferðina til París

Nú kappróðrarárið 2015 er lokið og FM-vinnararnir eru funnir, hevur lutakastið verið um ferðina fyri tvey til París í tí sambandi, at skipað hevur verið fyri eini kapping á baksíðuni á atgongumerkjunum til FM-róðrarnar kring landið.

Tíðindaskriv – Róðrarsamband Føroya

Ver hevur verið høvuðsstuðul fyri kappróðrarárið 2015 og fyri at verða við í lutakastinum, skuldu luttakarar skráseta og gera ein datapakka á 1GB virknan. Kappingin var so mikið væl umtókt, at yvir 3000 fólk vóru við í kappingini.

Hepni vinnarin varð funnin mikudagin 5. august, og tað varð Hansa Maria Olsen, ið streyk avstað við vinninginum, sum er ein ferð fyri tvey til býin av øllum kærleiksbýum – París. Hósdagin 6. august fekk Hansa Maria Olsen handað vinningin í Klingruni hjá Føroya Tele, og hon var sjálvsagt sera fegin um vinningin. Skemtiliga helt hon fyri, at vónandi varð hetta startskotið til, at tað framyvir fer at eydnast henni at vinna uppaftur fleiri vinningar, tí tað plagar ikki at vera hon, ið vinnur.

Róðrarsamband Føroya og ver ynskja Hansa Mariu Olsen hjartaliga til lukku við vinninginum og ynskja henni ein góðan túr.