Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hanus avloysir Lenu í Østrøm

Lena Anderssen hevur fingið forfall til konsertina til frama fyri Barnheiminum í Havn, ið hennara stað kemur ein av okkara allar størstu trubadurum. Hanus G. Johansen, var kvikur at játta, nú ástóð. 

- Vit harmast, at noyðast at broyta skránna so tætt uppundir konsertina, men Lena hevur fingið krím, og mist røddina, og vit eru sera takksom fyri, at Hanus kundi avloysa við so stuttum skoðbráði, sigur Johan Ásmundsson fyrireikari.

Hanus fer á pall, á konsertini, har  Kristina Bærendsen, Jens Marni Hansen og Lea Kampmann eisini spæla í annað kvøld, leygarkvøldið 30. apríl í Østrøm.

Konsertin hevur sum endamál, at savna pening inn, so Barnaheimið í Havn kann keypa ljóðføri, til búfólkini. Ætlanin er at fara undir at skipa fyri einum tónleikaátaki á Barnaheiminum í næstum, og til hetta krevjast ljóðføri.

Konsertin er leygarkvøldið 30. apríl, kl. 20.00, atgongumerki á 250 kr. fáast á Kunningstovuni í Havn og á: https://ebillett.atgongumerki.fo/ticket?eventId=167429