Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hanus Poulsen farin frá fyri aldur

Týsdagin 20. desember 2011 skipaði kommunan fyri hátíðarløtu til heiðurs fyri Hanusi Poulsen, byggifrøðingi á Teknisku Umsiting, sum eftir góð 20 ár í starvi hjá kommununi nú leggur frá sær fyri aldur.

Hanus Poulsen hevur á síni yrkisleið arbeitt í tveimum tíðarskeiðum hjá kommununi. Fyrru ferð tók hann við starvi sum nýliga útbúgvin byggifrøðingur í 1972. Eftir góð 8 ár hjá kommununi, valdi Hanus at royna aðrar leiðir innan sítt yrki, til hann fyri umleið 12 árum síðan aftur kom í starv á Teknisku Umsiting, har henn hevur starvast, til hann nú fer frá fyri aldur.

Í hesum sambandi skipaði kommunan týsdagin 20. desember 2011 fyri hátíðarløtu í býráðshøllini fyri Hanusi, har familja, starvsfelagar, býráðslimir og fólk, sum hann hevur samstarvað við, møttu at heiðra honum og takka fyri gott samstarv.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, bar fram eina heilsan og tøkk frá Klaksvíkar Býráð til Hanus Pouulsen frá kommununi og handaði honum blómutyssi og gávu, sum var ein málningur av Archibald Black, listamanni.

Harumframt nýttu fólk høvið at bera fram heilsan og gávur, eitt nú starvsfelagar í býráðsumsitingini og onnur, sum hava samstarvað við Hanus. Somuleiðis var ein sangur framførdur av starvsfólki hjá kommununi.

Verið við til at ment kommununa

Í heilsan sínari greiddi Gunvá við Keldu, borgarstjóri, frá, at Hanus, sum í mars mánað í ár hevði starvast samanlagt 20 ár hjá kommununi, hevur verið til at ment býin á so nógvum økjum. Hann hevur verið við í og staðið fyri nógvum stórum verkætlanum hjá Klaksvíkar kommunu.

Í fyrra starvstíðarskeiðnum var hann millum annað við í arbeiðnum at byggja fyrsta Skúlan við Ósánna, Svimjihøllina, at gera útstykkingar á Lítlubrekku og aðrastaðni. Hann var nógv við í arbeiðnum at gera fyrsta býarplanin hjá kommununi, og hann hevur eisini verið við at byggja havnarlagið á vestursíðuni út. Alt stór ætlaninir, sum hava skapt framburð og trivnað her í býnum.

Í seinna starvstíðarskeiði sínum hjá kommununi hevur Hanus verið við í arbeiðnum at gera ringvegin undir Fossum, Kráarbrekkuætlanina, rundkoyringina við Posthúsið, fríðkanina av gamla kirkjugarði, útstykkingar í Gerðum, undir Fossum, oman Reyðhús, á Helnabrekku, í Árnafirði og aðrastaðni. Hann hevur eisini verið við í dagføringini av býarplaninum hjá Klaksvíkar kommunu.

Við ynskjum um bestu eydnu víðari á lívsleiðini bar Gunvá við Keldu, borgarstjóri, Hanusi Poulsen eina hjartans tøkk fyri drúgva og trúgva tænastu í starvi sínum og fyri tað, sum hann hevur givið, bæði fakliga og menniskjaliga.

Hanus Poulsen, sum er ættaður úr Árnafirði, er giftur Astrid, og eiga tey børnini Anja Kristina, Nicolai og Súsanna.