Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hanus Samsó filosoferar

Sum øllum kunnugt hevur Hanus Samróð verið partur av sitandi samgongu. Hetta samgonguskeiðið hava vit verið vælsignaði við, at alivinnan eins og uppisjóarvinnan hava givið okkum eina meirinntøku uppá 2 milliardir krónur. 

Arbeiðsloysi hevur valla verið so lágt nakrantíð, soleiðis at neyðugt hevur verið at flutt inn fremmanda arbeiðsmegi, Samgongan hjá Hanus Samróð hevur harafturat hetta samgonguskeiðið tiltuska sær 1 milliard krónur við at forskatta pensiónirnar. Ikki nokk við tí, so hevur verið neyðugt hjá sitandi samgongu at lagt avgjald á okkara fiskivinnu í táttar í 750 milliónir kr. Og eitt tað fyrsta sitandi samgonga gjørdi í valskeiðinum vat at vola ´tann pening sum stóð í búskapargrunninum. 

Sostatt átti valskeiðið hjá sitandi samgongu verið var eitt búskaparlig eins og fíggjarligt eldorado, soleiðis at undirskotið á fíggjarlógini var burtur eftir eitt stutt tíðarskeið. Tvørtur í móti, so er almenna skuldin 1,2 milliard størri enn tá sitandi samgonga tók við. Milliardin ið sitandi samgonga tók frá framtíðar pensionistum ið skuldi seta ferð á búskapin, gjørdist eitt eldorado hjá bilasølunum, ið á hvørjum árið hava sett met í sølu av bilum. 

Peningurin við forskattingini av pensiónunum er nú harafturat verið vavdur uppí eldraøki, soleiðis at tey í arbeiðsførum aldri í dag, við hesum ár um ár koma at gjalda pensiónina fyri tey sum gerast pensionistar til tey í arbeiðsføra aldrinum einaferð sjálv gerast pensionistar. Tá er støðan hon, at tann skattapeningur ið skuldi verið uppspardur, knappliga ikki er til longur.

Og tað kemur at merkjast. Tí mótvegis í dag har fyra fólk eru á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensionist, so verða tað bert tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensionist um 30-40 ár. Peningur sum skuldi verða við at figgja almanna og heilsumál, tí peningurin er brúktur eftir tí leisti sum sitandi ultra høgra samgonga hevur sett út í kortið. Tí er tað eingin ivi í míni sál um landskassans inntøkur eru viknandi, so hava teir politikkarir í tá sita á løgtingi einki annað í at velja, enn at skatta pensiónirnar einaferð enn.

So í hægsta háðkonjukturi har allir pílar peika uppeftir búskaparliga eins og fíggjarliga so hevur sitandi samgonga spælt eitt politiskt fíggjarligt fallit. Í staðin fyri,at síggja henda veruleika í eyguni so kemur Hanus Samróð nú sum ein onnur grátikona í fjølmiðlanar, har hann ávarar veljarin um, at kemur í millum annað Javnaðarflokkurion fram at valdinum eftir komandi løgtingsval, so verður politiskt kaos. 

Hann tekur í millum annað sum dømi, at so kemur allur uppisjóarfiskur á útlendskar hendur, líkasum tá ið Lafayetteí 2011 tók ímóti uppisjóarfiski. 

Hetta hevur sjálvsagt einki við veruleikan at gera. Føroyar høvdu tá kannað sær eina fleirfaldaða kvotu av makreli, uttan at avarðandi mynduleikar høvdu gjørt sær greitt, at eingin sum helst møguleikivar var at taka ímóti hesum velduga tilfeingi á landið, har bert Kollafjarðar Pelagic kundi taka ímóti og frysta makrelin. Tá stakk Hanus Samróð og hansara flokkur halan imillum beinini og sleit tað samgonguna. Um Laffayette ikki hevði tikið ímóti, so hevði stórur partur av makrelinum tað árið ístaðin fyri hevði farið til guano á Havsbrún. 

Men veruliga orsøkin til nístini frá fólksflokksumboðum tá og fram til ídag, var helst tí at tann parturin sum fór á uppboðsøluna í 2011 gav tí slunkna landskassanum 82 milliónir, minnist eg rætt. Tí tað tolur Fólkaflokkurin ikki. Sambært tí flokkinum er spjarldrarmerki næstan bíbilskt, at tey sum hava í yvirflóð skulu fáa fleirfalt tað tey eiga frammanundan. Meðan tey íð búleikast á niðastu rók, hjá teimum er best, at tey liva av molunum av ríkmannaborðið. 

Fjákalótirnar hjá sama flokki, at hann góðtók ikki, at nakað gjald varð lagt á vinnuna vísti seg at vera bluff. Tí sum fyrr sagt, so hevur Fólkaflokkurin lagt 750 milliónir krónur á uppisjóarflotan, tá hetta valskeiðið er at enda komið. Men tað er sambært Jákup Mikkelsen tí at flokkurin er ein pragmatiskur flokkur. 

Eftir viðmerkinginum hjá næstformanni Sambandsflokksins Jóhan Dahl, sum undirritaði altíð hevur mett sum ein fram úr góðan politikkara, so vísur tað seg nú, at Fiskimálaráðharrin hevur spælt politiskt poker um nyggju fiskivinnuskipanina alt hetta samgonguskeiðið.

Tað seinasta pokerspælið hjá Fiskimálaráðharranum var, at øll andstøðan skuldi leggja seg politiskt á knæ fyri honum, og leggja teirra sjónarmið alment fram, alt meðan hann lat sum um, at samgongan nú var samd. Nei, Hanus Samróð. 

Sjálvdan ella ongantíð hevur ein stjórn avrika so lítið, í mun til tað veldugu fíggjarliga tilfeingi henda stjórn hevur umsitið. Og sjálvdan hava lág og miðalinntøkurnar fingið so lítið í sín lut, samstundis sum tey á ovastu rókum hava skúma fløtan.

Frank Davidsen