Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Harmuligt at hoyra Jenis rópa úr myrkrinum

Tað er annars Guðs barnið, ið batnar, men her er eingin vón.

Svarta samgongan, ið júst er jarðað, men enn ikki er vorðin heilt køld fær halelujaróp fyri loysnir, ið tíðarinnar rák við Guðs hálp góvu.  

Hvat Jørgin formaður við sínum ultra høgravenda politikki, Kaj Leo við sínum høgravenda og annars kastereraða sosialpolitikki, gl. Sjálvstýri við sínuma-sociala politikki og Jenis við sínum høgravenda og kynsfikseraða politikki utinntu var sjálvandi ein høgravendan politik við mest sum øllum ágóðanum til tey, i frammanundan áttu og eiga, meðan fjøldin varð viði sviði so.  

At Jenis frøist yvir órættin, er onki nýtt. Bara hann fær loyvi til at pína og eyðmjúkja tey samkyndu, so er hin heilaga grøvin væl forvarin. At fólkaflokkurin og sambandsflokkurin nærum hálvveraðist, og at Kári misti politiska høvdu, pínir ikki Jenis, sum nú dansar politiskan kríggsdans á gomlu samgonguinnar gravarbakka meðan síðsta moldin verður koyrd á og skamtalva verður reist.  

Stórt spell, at tað skuldi ganga Jenisi so illa. Tí eg havi av góðum grundum bert gott at minnast til tey á Rananum, tí tá vit í Porkeri vóru í Trongisvági og vitjaðu mostir - Daniellu Brattalíð – so strongdi pápi altíð á, tí hann skuldi vitja partamenninar á Rananum, og so var. Og tá pápi lá á sjúkrahúsinum valdagin í nov. 1966 stormaðu Ranamenn strálandi av gleði stovuna fyri at fortelja honum, at hann var afturvaldur. Tað vóru tað annars fleiri, sum ikki høvdu rokna við, tí pápi fylti 70 ár - 9. nov og heilsan var ikki góð.  

P. M. Dam sat í stóli á stovuni, tá Ranamenninir gjørdu éntre við gleðisrópum, og hann gjørdist so skelkaður, at rygglenið stakk av um tvøran. Annars doyðu teir báðir minni enn 2 ár seinri: pápi í juli og Dam í nov, 1968.

Hetta síðsta var eitt síðuspring, sum eg føldi, at eg átti at gera.

Dagfinnur Danbjørg