Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Harpuleikur í Leikalund

Konsert við harpuleikaranum Thomas Loefke verður í Leikalund leygarkvøldið 11.august kl 21. Konsertin er hin seinasta í røðini hjá “Summartónum 2012”.

Á konsertini “Northern Isles Soundscape – concert with slide show” framførir Thomas Loefke harpuleik við íblástri frá sínum mongu ferðum í Føroyum og kring bretsku oyggjarnar. “Tað er sum ljóði frá harpuni tekur ferðina úr dagligdegnum, og tíðin hvílir eina løtu”.

Atgongumerki á kr 50 fáast við dyrnar.