Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So greið var havnarkvinnan, Brynhild, á einum tiltaki herfyri, tá ið hon skuldi lýsa, hví hon og maðurin, Bogi, fluttu aftur til Føroya. Tey fluttu heim fyri at byggja framtíðina. Eftir átta ár í útlegd var spenningurin stórur. Samstundis vóru tey stúrin. Mundu tey fara at trívast? Hvussu við børnunum? Men tey høvdu onga orsøk at stúra. Tey fullu til frá fyrsta degi. Og nú byggja Brynhild, Bogi og børnini land. Okkara land.

Løgmansrøðan:

Fleiri av teimum, sum hava lisið ella starvast uttanlands, flyta nú heim aftur. Fólkatalið veksur, og tað rættar skeivu aldurssamansetingina, sum leingi hevur verið okkara fremsta avbjóðing. Leingi hevur aldursbólkurin undir 40 ár bara minkað, men nú eru broytingar at hóma, tí fleiri og fleiri ung leggjast afturat. Ikki minst kvinnur í burðarførum aldri flyta heimaftur, vísa hagtølini. Um gongdin heldur fram, verða vit í 2017 fyri fyrstu ferð 50.000 fólk í Føroyum.

Góða gongdin vekir góðar vónir.

Góðu gongdini eiga nógv sín lut í. Vinnan. Undanfarnar samgongur. Sitandi samgonga. Og ikki minst fólkið – kring alt landið – ið hevur skapt grundarlagið fyri, at gongdin er vend.
Góða gongdin stendur í andsøgn við døkku myndina fyri nøkrum fáum árum síðan. Tá valdaði svartskygni.

Vit taptu kappingina við útheimin um okkara ungu. Vit taptu kappingina um útbúgving, um
bústaðir, um spennandi størv og um sosialar veitingar. Føroyingar burturi og heima lýstu okkara samfelag sum myrkt. Avbyrgt. Trongt. Ja, so illa stóð til, at serfrøðingar óttaðust, at samfelagið fór at detta sundur um fá áratíggju, fingu vit ikki yngra ættarliðið at støðast.

Men góða gongdin ger, at vit nú eru millum heimsins fremstu tjóðir. Politikarar í øðrum londum spyrja, hvat vit gera rætt. Fregnast um okkara vælferð. Um okkara vøkstur. Um lága arbeiðsloysið. Um okkara dugnaligu alarar. Um fáu lógarbrotini. Um okkara framsøkni á grøna økinum. Og um okkara vælútbúna ungdóm.

Tað gekk illa. Men Brynhild, Bogi og børnini, sum hava valt Føroyar fram um útheimin, eru bert eitt dømi um, at tey ungu leita heim aftur. Tey vilja byggja framtíðina her. Tey vilja gera sítt saman við okkum, sum búgva her.

Men hóast tilflytingin er vaksandi, hóast skeivu tølini spakuliga rættast, hóast tað nú gongur væl á nógvum økjum, kunnu vit ikki bara seta okkum afturá. Skeiva aldurs- og kynssamansetingin er framvegis størsta avbjóðingin. Og hon má endurspeglast í raðfestingunum komandi árini. Vit mugu syrgja fyri, at tað verður so gott at búgva í Føroyum, at tey ungu ikki vilja búgva nakra aðra staðni. Samgongan er longu farin undir at gera neyðugu tillagingarnar og neyðugu broytingarnar. Vit eru á broytingarkós.

Harra formaður
»Ynskir mann at royna nakað nýtt í Føroyum; ynskir mann at bróta upp úr nýggjum og byrja nakað nýtt, so eru tað avgjørt møguleikar fyri tí. Mann skal bara hava hugin til tað. So kann mann«. Orðini eigur Sámal av Viðareiði, ið hevur lisið læknavísindi í USA og síðani arbeitt nøkur ár sum lækni í Onglandi.

Nú er hann fluttur heim at starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum. Sámal er fluttur heim við tí í hyggju at byggja land. Okkara land.

Og eg eri samdur við Sámali. Vit hava góðar møguleikar at bróta upp úr nýggjum. Hava vit hugin til tað.

Hava vit áræðið til tað. Dirvið til tað.

Nógv hevur verið tosað um nýskipanir. Tær eru tó altíð komnar í drag.

Men Føroyar eru á broytingarkós. Tað var ein nýskipanarhugað samgonga, sum tók við farna heyst. Ein samgonga, sum hevur sett sær fyri at fremja nakrar av teimum neyðugu broytingunum, vit so leingi hava tosað um. Føroyar eru nú á broytingarkós, og málið er einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi Føroyar.

Næstu mánaðirnir verða teir mest avgerandi í nýggjari tíð. Fleiri nýskipanir, ið skulu flyta okkum framá, standa fyri durum. Avgerðir skulu takast um fiskivinnuna, um pensjónsskipanina og um heilsuverkið.

Avgerðir, sum ikki fara at geva úrslit í morgin ella í ovurmorgin, men frammi í tíðini.

Í fyrsta lagi hevur samgongan sett sær fyri at broyta fiskivinnuna. Endamálið er, at fiskivinnan skal kasta mest møguligt av sær til alt samfelagið. Fyrst og fremst til reiðarar, manningar, virki og tænastuveitarar, men eisini til allar føroyingar.

Partur av flotanum hevur leingi verið skuldarbundin, gamal og niðurslitin, tí fíggjarligar umstøður hava ikki verið til endurnýggjan. Fleiri dømi hava verið um, at fiskirættindi, sum landið hevur latið ókeypis, eru seld á privata marknaðinum. Hetta hevur við sær, at tey, sum vilja í vinnuna, mugu byrja við ovurstórari skuld.

Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Ístaðin skal tað almenna bjóða rættindi út fyri eitt hóskandi tíðarskeið. Allir føroyingar skulu hava javnbjóðis møguleika at virka í vinnuni. Vit vilja tryggja, at rættindini verða verandi á føroyskum hondum, og vit fara at krevja, at sáttmálarnir við manningarfeløgini verða hildnir. 

Vit skulu umsita allar fiskastovnar burðardygt, og vit vilja tryggja livandi tilfeingið sum ogn Føroya fólks. Vit vilja raðfesta fiskvinnugransking. Endamálið er at meirvirka og virðisøkja alt fiskatilfeingið mest møguligt.

Royndaruppboðssølan seinastu vikurnar hevur givið okkum eina virðismikla vitan, nú fiskivinnunýskipanin endaliga skal snikkast til. Vit kunnu seta spurning við, um kappingin virkaði nóg væl. Samstundis kunnu vit staðfesta, at inntøkurnar seinastu vikurnar kunnu rinda fyri umleið tað, sum Smyril kostar árliga. Ella tað, sum bæði tyrlutilbúgvingin og -tænastan kostar árliga. Ella stóran part av tí, sum vit brúka til at viðgera føroyskar krabbameinssjúklingar árliga.

Soleiðis kann virðið á tilfeinginum – ogn Føroya fólks – koma øllum Føroya fólki til góðar.

Í øðrum lagi skulu vit koma á mál við pensjónsnýskipanini. Hagtøl frá 2014 vísa, at alsamt fleiri fólkapensjónistar liva í fátækraváða. Málið við pensjónsnýskipanini er at lyfta allar pensjónistar úr hesari støðu.

Nøkur stig eru tikin – til dømis fingu pensjónistarnir ein lítlan lætta fyri einum ári síðan og aftur ánýggjári num. Nýggja pensjónsskipanin skal vera búskaparliga haldfør og leggja uppfyri, at fleiri gerast eldri. Tí hyggja vit nú at pensjónsaldrinum, mótrokningini og uppsparingini, og javnvágin skal finnast.

Skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur, hava tey hug og møguleika til tað. Samstundis skal skipanin tryggja teimum, ið eru niðurslitin fyri pensjónsaldur, møguleikan at fara av arbeiðsmarknaðinum.

Í triðja lagi mugu vit taka avgerðir um sjúkrahúsverkið. Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið varð løgd fram fyri nøkrum vikum síðani. Nú mugu avgerðir takast. Avgerðir um, hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera, og hvussu vit skipa tær millum sjúkrahúsini. Avgerðir um, hvussu vit útvega og menna læknar og onnur heilsustarvsfólk, so vit hava neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á hægsta stigi. Og avgerðir um, hvønn leiðslubygnað, vit skulu hava. Tað eru longu settar 5 milliónir av til hetta
endamálið. Tíðliga í heyst verður aðalorðaskifti um sjúkrahúsverkið.

Harra formaður
»Hendir nakað í Føroyum? Rørir seg nakað har heima?« Soleiðis spurdi Jákup av Norðskála fyri nøkrum árum síðani. Hann hevði tá starvast sum kokkur bæði í Keypmannahavn og Stockholm.

Og svarið, hann fekk, var greitt: Jú, her rørir seg óvanliga nógv – og her manglar fólk. 

Jákup flutti heim og er nú við til at menna føroyska køkin. Hann nýtir fyrstafloks føroyska rávøru, og hann staðfestir, at føroyska vinnan er í blóma.

Jákup er komin heim at byggja land. Okkara land. Og í løtuni er tað ein glógvandi virkishugur, ið eyðkennir okkara land. Vinnulívið eigur sín avgerandi lut í góðu gongdini. 

Dugnaligir alarar framleiða hægstu góðsku, og alilaksur er nú okkara størsta, einstaka útflutningsvøra. Alivinnan torir eisini at bjóða framtíðini av. »Nógv rørir seg«, sum kokkurin Jákup av Norðskála fekk at vita. 

Til dømis verða fleiri stórar og spennandi íløgur gjørdar. Tær skulu tryggja, at føroyski laksurin verður verandi heimsins besti. Og enn fleiri fara vónandi at sleppa at eta okkara dygdargóða laks, tí vit stremba eftir at økja framleiðsluna við bæði at ala á landi og longur úti til havs.

Samstundis raðfesta vit lívfrøðiliga haldførið. Fyri at fáa betri tamarhald á lúsatrupulleikanum, hevur landsstýrið hert ásetingarnar í lúsakunngerðini.

Men »tað hendir eisini nakað« í øðrum vinnum. Uppisjóvarvinnan fyrireikar seg til framtíðina við fleiri spennandi íløgum, sum hava til endamáls at góðska okkara ríka tilfeingi uppaftur meiri. Stóru íløgurnar eru við til at tryggja arbeiðspláss, ið eru fortreytin fyri trivnaði og fólkavøkstri.

Eisini ferðavinnan er í stórari menning. Hon stendur nú fyri 9 prosentum av okkara útflutningsvirði. Fyri at halda fast í vøkstrinum orða vit nú eina heildarætlan fyri ferðavinnuna. Í henni verður dentur lagdur á at menna innlendisferðavinnuna, samstundis sum atlit verða tikin at náttúruvernd. Málið er at bjóða ferðafólkunum fleiri og meira fjøltáttað tilboð, eitt nú innan mentan og matvinnu, har føroyski køkuriner ein natúrligur partur.

Vit marknaðarføra okkum við, at landið er ódálkað, ónortið, ótrúligt. Men skulu hesar lýsingarnar kunna nýtast í framtíðini, mugu vit ansa eftir umhvørvinum. Grøna kósin er eitt úrslit av einum skilagóðum samstarvi millum landsins myndugleikar og SEV. Samgongan hevur sett sær sama mál sum SEV, at í 2030 skal øll elorka á landi stava frá varandi orku.
Men vit hava ikki bara náttúrunnar tilfeingi. Stór menning er innan KT og talgilding, og á ávísum økjum eru vit við í oddinum. Vit kunnu ganga undan við talgildum tænastum, men tað krevur eina stórhugsaða ætlan. Tí hevur landsstýrið tikið stig til »Talgildu Føroyar«, ið er ein 5-ára menningarætlan, sum skal lætta um hjá fólki, vinnu og samfelagi – og lata upp fyri nýggjum og betri tænastum.

Harra formaður
»Tað tók sína tíð, áðrenn eg fann mína hill – og eg trúði ikki, at eg fór at finna hana í Føroyum. Men tað havi eg avgjørt gjørt.«  Soleiðis sigur Ása úr Hósvík, sum las uttanlands, men sum kom heim at umhugsa sína støðu, tá ið hon varð vorðin við barn. Hon tosaði við tey á Fróðskaparsetrinum, og ein loysn varð funnin beinanvegin. Ása er nú undir hægri útbúgving í Føroyum. Dóttirin veksur upp her heima. Tær eru báðar við til at byggja land. Okkara land.

At Ása og dóttirin vórðu verandi, er eitt dømi um, at miðvísa arbeiðið fyri at fáa fólk at støðast nú ber ávøkst.

Tær eru eitt dømi um, at tað loysti seg at seta fleiri pengar av til útbúgving og til at bøta um umstøðurnar, so at ungdómur, barnafamiljur og einsamallir uppihaldarar skulu trívast.

Men hóast nøkur viðurskifti eru batnað, er tað ikki nóg mikið. Føroyar eru á broytingarkós. Tað sæst til dømis við, at vit hava longt barnsburðarfarloyvið við seks vikum, so tað nú er 44 vikur – og samgongan ætlar at leingja tað til 52 vikur. Vit byggja fleiri leigu- og lestrarbústaðir fyri at nøkta stóra tørvin. Lág- og miðallønt hava fingið ein skattalætta, og fíggjarliga sperdar familjur hava fingið styrk. Vit hava eisini umskipað kringvarpsgjaldið, so tað er vorðið bíligari hjá teimum, sum hava minst um hendi.

Men vit gevast ikki her. Landsstýrið hevur latið Løgtinginum uppskot um at hækka árliga barnafrádráttin við 2.700 krónum fyri børn undir skúlaaldur. Samstundis hava vit latið Løgtinginum eitt annað uppskot, sum ger tað lættari at vera undir hægri lesnaði. Uppskotið leggur upp til at hækka lestrarstuðulin við 500 krónum um mánaðin, hækka barnastudningin upp í 1000 krónur um mánaðin og geva einsamallum forsyrgjarum lestrarstuðul alt árið.

Skulu fleiri ung, sum Ása, støðast í Føroyum, mugu vit syrgja fyri, at samfelagið er tíðarhóskandi. Her er ein virkin javnstøðupolitikkur avgerandi. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð er javnstøða í landsstýrinum – fýra kvinnur og fýra menn. Javnstøða snýr seg um frælsi og ábyrgd hjá bæði kvinnum og monnum. Um rættin til at vera á arbeiðsmarknaðinum og at vera um húskið. At vit politiskt syrgja fyri, at hvør einstakur kann skipa sær lívið soleiðis, sum hann ella hon ynskir tað. Aðalorðaskifti verður um javnstøðumál hesa tingsetuna.

Ein onnur fortreyt fyri at gera samfelagið meiri tíðarhóskandi er eitt gott samferðslukervi. Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum. Stytta vit teinarnar, økja vit møguleikarnar.

Vit arbeiða eisini við at gera eina meira samhaldsfasta loysn fyri samferðsluøkið.
»Eg væntaði ikki at finna mína hill her, men tað havi eg avgjørt gjørt«, segði Ása. Og vit mugu støðugt arbeiða fyri, at øll kunnu finna júst sína hill her heima.

Tí eitt samfelag, sum hóskar til tíðina, má rúma øllum sínum íbúgvum.

Orðaskiftið um hjúnabandslógina var stundum hvast, stundum kensluligt og stundum harðligt. 
Men soleiðis er tað onkuntíð í einum fólkaræði. Øll sjónarmið verða borin fram, og síðani røkka vit einum úrsliti. Úrslitið umboðar sjáldan øll sjónarmið. Men tey, sum enda í minniluta í einum máli, eru kanska í meiriluta í einum øðrum. Við at samtykkja broytingina, haldi eg, at vit fluttu okkum ímóti einum rúmligari samfelag, sum virðir og javnsetur allar borgarar.

Í okkara landi búgva eisini 1.300 fólk við øðrum upphavi enn føroyskum, og talið veksur alsamt. Nýggju føroyingarnir eru ein týðandi styrkur. Eisini tey mugu fáa sína hill. Vit leggja nógv fyri at fáa tey integrerað í okkara samfelag og at trívast her. Tí seta vit í næstum eina integrasjónsætlan í verk.

Eitt tíðarhóskandi samfelag fevnir eisini um sínar borgarar við serligum avbjóðingum. Seinnu árini eru fleiri bú- og viðgerðarstovnar, búfelagsskapir og sambýli latin upp um landið, og vit steðga ikki her. Málið er at útvega øllum okkara borgarum hóskandi bústaðir. Í ár eru út við 20 milliónir settar av, og komandi fýra árini verða 60 milliónir afturat nýttar til at byggja stovnar og sambýli til fólk við serligum tørvi.

Vit skulu eisini hava betri og tíðarhóskandi umstøður, tá ið vit gerast sjúk. Stóra útbyggingin á Landssjúkrahúsinum er eitt megnartak. Nýggi meginbygningurin skal hýsa nýggjum psykiatriskum depli, medisinskari seingjadeild, føðideild, endurmenningareind og køki.

Tað krevur sítt at fylgja við tíðini – men tað er kortini nakað, vit eiga at krevja.

Harra formaður 
Neyðugu útbyggingarnar, økta vælferðin og betru korini hjá lág- og miðalløntum eru ikki ókeypis. Alt kostar. Tí hava vit breiðkað inntøkugrundarlagið við nøkrum gjøldum. Samstundis rinda stóru tilfeingisvinnurnar eitt meira rímiligt gjald fyri síni framíhjárættindi.

Seinastu árini hevur stórur vøkstur verið í búskapinum, og hann tykist halda fram. Framgongdin hevur higartil bygt á stóru útflutningsvinnurnar, men nú sæst eisini framgongd í ferðavinnuni, byggivinnuni og handilsvinnuni. Hetta styrkir búskapin.

Samstundis vita vit, at eingin vøkstur stendur við. Tí er neyðugt nú í góðum tíðum at byrgja upp fyri lakari tíðum. Tað, at vit, eftir samfull átta ár við undirskoti, hava fingið avlop á fíggjarlógina, er eitt týdningarmikið stig. Málið er at hava avlop fleiri ár á rað, so vit kunnu gjalda skuldina. Tí verður neyðugt at sýna varsemi.

Tað ger samgongan. Vanliga veksur almenni raksturin í góðum tíðum við 7 til 8 prosentum árliga.

Komandi ár halda vit aftur, so raksturin bara veksur við 1,8 prosenti. Skulu vit stýra búskapinum við skili, mugu land og kommunur samskipa sínar íløgur og sín rakstur meira. Tað munar lítið, um landið heldur aftur, meðan kommunurnar økja sínar íløgur. Ella at landið gjarar út, og kommunurnar halda aftur.

Tí hava vit tikið stig til at skipa búskapin millum land og kommunur betur.

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at bøta um haldførið. Almenni búskapurin er í løtuni ikki haldførur, tá ið hugsað verður fleiri ár fram. Lata vit standa til, fara vit um nøkur ár at mangla 100-tals milliónir á fíggjarlógini. Við munagóðum átøkum ber kortini til at broyta gongdina. Komandi ár bøta vit longu um haldførið við 40-50 mió. kr.

Men eisini aðrar broytingar verða framdar. Í framtíðini verður partur av yvirskoti landskassans sett í Búskapargrunn Føroya. Grunnurin skal gerast eitt virkið amboð til at røkka einum støðugari og sterkari búskapi – til dømis til at javna sveiggini í búskapinum.
 
Nýggi Landsbankin fer at umsita búskapargrunnin.

Føroyar eru á broytingarkós, og samgongan arbeiðir miðvíst ímóti einum sjálvberandi búskapi.
Tí hava vit fryst ríkisveitingina fasta, so hon ikki hækkar á hvørjum ári, men hinvegin gerst ein minni partur av búskapinum, so hvørt sum búskapurin veksur.

Størri sjálvbjargni er eitt mál hjá samgonguni. Og fyritreytin fyri sjálvbjargni er at taka sjálvsábyrgd.

Samgongan hevur tí sett ferð á arbeiðið at yvirtaka útlendingamál, loftrúmið og persóns-, familju- og arvarættin.

Men tað eru ikki bara Føroyar, sum eru á broytingarkós. Evropa stendur fyri fleiri broytingum. Við Brexit kunnu vit vænta fleiri broytingar á handils- og fiskivinnuøkinum, ið eru hornasteinarnir í okkara uttanríkispolitikki. Vit reka ein virknan uttanríkispolitikk og leggja nógv fyri at tryggja okkara áhugamál.

Tí fylgir landsstýrið væl við, hvørjar avleiðingar og møguleikar Brexit hevur við sær. Vit hava longu settokkum í samband við bretsku og skotsku stjórnina fyri at tosa um broytingarnar og møguleikarnar.

Brexit er bara eitt dømi um, hvussu skjótt heimurin broytist. Og tí er neyðugt, at vit reka miðvísan uttanríkispolitikk og sita við borðið, har avgerðir verða tiknar. Tí stremba vit eftir sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum, EFTA og WTO. Tí vilja vit endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina, so okkara virkisføri úti í heimi kann gerast betri. Og tí brúka vit størri megi til arktiska samstarvið komandi árini og uppraðfesta samstarvið í Útnorði.

Harra formaður
»Eg stúrdi. Men so at koma heim og bara jarða ta stúranina, tað var fantastiskt«. Soleiðis sigur Solveig, sum eftir fleiri ár uttanlands vildi royna seg og sínar førleikar í Føroyum.
Nú byggir Solveig land. Okkara land. Saman við so mongum øðrum, sum fyri fáum árum síðani als ikki tordu at droyma um eina tilveru í Føroyum. Sum listfrøðingur hevur hon ein týdningarmiklan leiklut í okkara spírandi mentanarlívi.

Tað er eitt aðalmál hjá samgonguni, at okkara listafólk skulu hava betri møguleikar at hugsavna seg um sína list. Tí hevur samgongan hækkað listastuðulin, bæði til Mentanargrunnin og til film. Og tí er nú fyri fyrstu ferð orðaður ein politikkur fyri skapandi vinnur, ið fevnir um film, telduspøl, tónleik, bókmentir, sniðgávu, arkitektur og matgerð.

Mentanin knýtir okkum saman og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð. Mentanin er ein høvuðsorsøk til, at vit búgva her og ikki aðrastaðni, og hon er sterkasta megin, ið heldur okkum saman, hóast vit eru ósamd. Vit skulu tí stremba eftir at skapa rúm. Rúm fyri teimum tonkum, hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið undir okkara samfelagi, okkara mentan, okkara samleika.

Við ætlaðu stjórnarskipanini verður okkara samleiki niðurfeldur, og hetta samleikaskjalið tryggjar okkum grundleggjandi rættindi og skyldur. Vit staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Stjórnarskipanin er ein felags grundvøllur, sum byggir á okkara felags siðir, søgu og mentan. Vit tryggja til dømis rættin at fara á flot og at ganga í haga. Vit tryggja grundleggjandi rættindi og frælsi hjá tí einstaka. Vit tryggja rætt til útbúgving fyri øll, pensjón og sosiala trygd. Vit tryggja felags tilfeingið sum fólksins ogn. Hesi
rættindi taka vit fyri givið – men tey eru eingin sjálvfylgja. Hyggið bara, hvussu onnur lond hava skert frælsið.

Stjórnarskipanin tryggjar okkum eisini rættin at verða spurd eftir á fólkaatkvøðu, um grundleggjandi broytingar skulu gerast í okkara ríkisrættarligu støðu. Og á heysti 2017 skulu vit á fólkaatkvøðu, tá ið stjórnarskipanin – okkara samleikaskjal – skal standa sína roynd.

Harra formaður
Exit Føroyar. Hetta hugtakið var partur av okkara veruleika fyri fáum árum síðan. Hugtakið er í dag um at hvørva. Føroyingar leita ikki í eins stóran mun av landinum, og fólk sum Brynhild, Ása, Sámal, Jákup og Solveig flyta aftur til Føroya. Tíbetur. Tey koma heim at byggja land saman við okkum, sum longu búgva her. 

Men nú mugu vit tora at gera neyðugu broytingarnar fyri at varðveita gongdina. Skulu vit tryggja, at Føroyar verða eitt enn betri land at liva í hjá okkum øllum, verður neyðugt at halda á at arbeiða í felag.

Vit umboða ymisk áhugamál. Ymisk sjónarmið. Ymisk øki. Tað er ein styrki. Latið okkum nú í felag finna felagsstevið. Latið okkum finna tað fram, sum sameinir okkum, og ikki leggja dentin á tað, sum skilir okkum.

Latið okkum seta Føroyar og føroyingin fremst – ikki taktikk og prestisju.

Vit fara í dag undir nýggja tingsetu. Latið okkum nú saman byggja framtíðina í Føroyum. Latið okkum tryggja eitt samfelag, har ið vit taka hond hvør um annan. Eitt samfelag, sum ikki letur nakran detta niðurímillum. Eitt samfelag, har rúm er fyri okkum øllum.

Eg fari at enda við eini yrking eftir Sissal Kampmann – ein av okkara dugnaligu og virðisløntu yrkjarum, sum eisini er flutt heim aftur at byggja land. 

Okkara land.
At standa
við einari heilari oyggj undir fótunum
við einum heilum landi streymandi
upp gjøgnum beinini, kynsgøgnini,
innvølirnar, ryggjargeislarnar, hálsin,
andlitið, heilan, blóðrenslið, kyknurnar.
at standa og vita við vissu
at tað er úr hesum
tú er sprottin
vaksin inn í tilveruna
tumma fyri tumma
til vøksturin steðgaði
áðrenn ella eftir tú vildi tað.

Eg ynski øllum góða ólavsøku.

Gud signi Føroyar!