Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátíðarhald í Reinhaldinum fríggjadagin

Hátíðarhald var í Reinhaldinum seinnapartin fríggjadagin, har fleiri menn høvdu starvsdagar, 20, 25 og 30 ára dagar. Hesir mennirnir, ið vórðu heiðraðir í dag, eru allir meira ella minni kendar býarmyndir. Felags fyri teir allar eru stóra trúfestið ímóti sínum arbeiðsplássi.

Eisini er tað bara ein fyrimunur fyri kommununa, at allir eru kendir fyri at vera sera álítandi, fyri at vera áhaldnir í sínum verk og ikki minst fyri at vera avbera humoristiskir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði øllum blómur, viðurkenningar og gávur frá kommununi, og takkaði fyri trúfasta tænastu.

Mennirnir eru Kaminga, sum hevur starvast í Reinhaldinum í 20 ár. Hann er nokk tað mann kann kalla "altmuligmaðurin" í Reinhaldinum.Hann dugir at koyra maskinur, men oftast fæst hann við at røkja bussskýli og kommunalar ruskspannir. Seinasta sergreinin hjá honum er at rudda áarinntøkini, sum nú á døgum verða skrásett við GPS.

Onkuntíð hevur tað stungist uppá hann at royna okkurt annað, tað er blivið til onkran túr til skips, men hann hevur altíð verið skjótur "heimaftur" á Reinhaldið.

Allan Clementsen hevur eisini starvast hjá kommununi í 20 ár. Hann kemur frá eini karrieru sum krambakallur, fyrst hjá C. C. Johansen og seinni í Video 33. Allan hevur øll árini koyrt feiubilarnar og gjørt annað fyrifallandi arbeiði.
Hann er álitisumboð og trygdarumboð hjá starvsfeløgunum. Hann hevur eisini verið ein partur av saltvaktini í nógv ár. Eitt áhugamál, sum hann gongur uppí við lív og sál, er bjargingarbáturin Lív. Hetta kann onkuntíð hava ávirkan á dagliga arbeiðið í Reinhaldinum, men hetta er tó avgjørt ikki nakar trupuleiki.

Jógvan Martin Heinesen hevur 30 ára starvsdag. Hann byrjaði í asfaltinum longu sum óviti og skúladrongur, longu áðrenn hann fekk fast arbeiði í 1984, tá ommubeiggi hansara Petur hjá Pansarinum var formaður.
Jógvan Martin hevur umframt alt fyrifallandi asfaltarbeiði havt álitisstarvið at koyra asfalttrumlurnar.

Heri Jensen hevur 25 ára starvsdag. Hann hevur eftir eina stytri karrieru á gamla meiarínum alt hvat menn vita um, koyrt runt við síni trillubøru og hildið miðbýin reinan til stóra gleði fyri okkum øll, ið starvast í miðbýnum.
Onkuntíð kann hann finna uppá at fara til stroks, tí skal mann ikki undrast, um mann møtir honum við trillubøruni úti á Argjum ella uppi á Hálsi. Uttan iva er Heri harðførasti maður í bynum, tí sjáldan sæst hann í vetrarklæðum, um veðrið kann vera øgiligt.

Jørmund Olsen hevur eisini 25 ára starvsdag. Hann er útlærdur bilsmiður hjá Tummas Ørv, sum fyrr seldi SAAB Yviri við Strond, áðrenn hann fór at koyra dumpara í grótbrotinum á Sundi.
Tá grótbrotið á Sundi varð niðurlagt flutti Jørmund í Reinhaldið, sum tá húsaðist undir trongum umstøðum á Skálatrøð við niðurslitnum maskinum, sum bara hann kláraði at halda koyrandi. Eisini starvaðist hann partvís í asfaltinum sum bilførari.

Jørmund hevur avbera gott tekniskt innlit, hann hevur gjøgnum seinru árini fingið nógvar maskinur, sum hóast tekniskt framkomnar eru gjørdar eitt sindur betur - tað er enntá komið fyri, at onkur produsentur hevur brúkt hansara tillaðingar.** Jørmund hevur øll árini síðan 1992 skipað fyri ruddingini á Ólavsøku og sum tey flestu vita, kann hettar neyvan gerast betur. Hann hevur nú í nógv ár starvast sum sjakkformaður. Jørmund átti uttan iva at havt lært til okkurt slag av pedagogi - hann hevur sjáldsamar gávur at taka sær av fólki við ymsum førleikum. Hann hevur eisini verið ein partur av saltvaktini í nógv ár.

Christian Didriksen hevur eisini 25 ára starvsdag. Christian er ein arbeiðssamur maður, hann er álítandi og als ikki smæðin fyri at taka eina hond í arbeiði úti í markini. Hann er altíð klárur at hjálpa tá á stendur. Hann er lættur at arbeiða við og sjálvstøðugur og ger sítt arbeiði til grundar.
Í frítíðini dámar honum væl at lesa bøkur.

Allan D. Christiansen hevur 25 ára starvsdag. Hann byrjaði blaðungur sum ørindadrongur hjá Kommununi. Men tá hann varnaðist, at asfaltmennirnir forvunnu 3 ferðir so nógv sum ørindadreingirnir, skifti hann sjálvsagt arbeiði. Hann bleiv tó bert eina stutta tíð í Asfaltinum, tí Hentzar hevði enn betur umstøður at bjóða úti í Múllers pakkhúsi, har "Ferðslan" helt til. Høvuðsarbeiðsøkið hjá Ferðsluni er vegastriking, skelting og busskýli. Allan fylgdi við, tá Ferðslan flutti niðan á Oyggjarvegin, og hevur nú tey seinastu árini virkað sum sjakkformaður.

Onkuntíð hevur tað stungist uppá hann at royna okkurt annað, tað bleiv til nakrar rekjutúrar, men sum hjá onkrum øðrum, sum royndi sjólívið, fann hann skjótt útav, at Tórshavnar Kommuna er eitt gott arbeiðspláss.