Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hátíðarhald við Kongabrúnna

- Henda verkætlan eigur at kunna skapa nýggjar møguleikar fyri økið til tess at skapa enn meiri lív og virksemi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá nýggju træabrúgvarnar við Kongabrúnna vórðu tiknar í nýtslu í gjár.

Góðu tit øll, hjartaliga vælkomin á Kongabrúnna í dag.

Tað er mær ein stór gleði at hava fingið høvið at siga nøkur orð í dag, nú vit eru komin saman til hesa hugnaløtu í sambandi við, at arbeiðið er liðugt at gera trappuna við ósan “niðri á Sandi” - sum havnarfólk fyrr søgdu, og økið tískil alment er klárt at taka í nýtslu. Fyri býin fegnist eg um, at arbeiðið nú er komið undir land.

Alt eftir, hvar tey búðu, søgdu havnarfólk “niðri”, “yviri”, “heima” ella “inni” á Sandi, tí sandurin við ósan var ein miðdepil í gomlu Havnini. Her hittust fólk til eitt prát og fyri at spyrja tíðindi.

Hjá mær er tað ikki sørt kensluborið at standa við áarmunnan, her ið Havnará rennur í sjógv. Her havi eg traðkað mína barnaskógvar og í vaksnamannalívi hildið til her umleiðir.

Fyrst í 1970-árunum broyttist alt umhvørvið á Kongabrúnni og við Eystaruvág.

Um hetta mundið var farið undir stóru havnaútbyggingina á Eystaru bryggju, og var tí neyðugt hjá kommununi at ognartaka lendið á Kák, Yviri í Trøð, á Krákusteini og undir Skansanum. Alt hetta lendið varð sprongt niður og javnað við jørðina. Neyst, pakkhús og sethús, sum stóðu til fortreð fyri ferðsluna út á eystaru bryggju og havnarøkið, vórðu keypt og tikin niður.

At standa her í dag vekir nógv góð, stuttlig og hugnalig minni frá barna- og ungdómsárunum.

Vit, sum eru komin eitt sindur til árs, minnast grindadrápini við Eystaruvág, sum tá var hvalvágin í Havn.

Hon var nokk ikki av bestu hvalvágum, og mangan gekk striltið at fáa grindina at gera landgongd. Eisini var vágin illa dálkað av Havnará, sum tá var høvuðskloakk í býnum. Nú er hon tíbetur rein og dálkar ikki vánna.

24. august 1965 varð seinasta grindin hildin til her á Eystaruvág, tá løgdu 93 hval beinini.

Árið eftir - 31. oktober 1966 - doyðu 74 hval í Sandagerði, sum síðani hevur verið hvalvág hjá havnarfólki.

Eitt annað, sum eisini kemur fram í minnið ein dag sum í dag, eru fiskarúgvurnar, sum lógu við bryggjukantin. Havnarmenn vóru raskir at rógva út. Komi m.a. at hugsa um Karl á Kák, Jens á Lava, Gynnu-Jóanes, Rasmus, vanliga nevndur Perlan, Marius Rein, Talis, Símun, vanliga nevndur Gull Símun, og aðrar kendar útróðrarmenn, tá ið teir seldu fisk og fugl á Kongabrúnni.

Komi eisini at hugsa um kátu ungdómsárini, tá ið ungdómurin í Havn – bæði gentur og dreingir - fóru ein kaitúr, eftir at dansurin endaði um midnáttarleitið. Onkur kallaði tað ein fríggingartúr, og tað var kanska ikki heilt av leið.

Havnarlagið og Eystara bryggja var størsta miðsavnaða arbeiðsplássið í býnum fram til seinnu helvt av 1970-árunum.

Her vóru m.a. stóru timburhandlarnir og heilsølurnar. Her vóru skipini lossað og lastað. Her løgdu strandfaraskipini og bátarnir hjá Mjólkaforsýningini, sum sigldu millum oyggjarnar við vøru og ferðafólki, at bryggju. Farma- og ferðamannaskipini hjá Skipafelagnum, hvør minnist ikki Tjaldrið, sum dró nógv fólk oman her, DFDS og onnur reiðarí sigldu millum lond við fólki og farmi.

Her var eitt øgiligt virksemi, sum gav arbeiði til nógvar hendur. Her fingu nógvir havnardreingir sínar fyrstu arbeiðsroyndir, tá ið skipini skuldu lossast.

Til fyri 30-40 árum síðan var umhvørvið við Eystaruvág og á Kongabrúnni, um man so kann siga, býarportrið – portrið inn í býin. Her var eitt ríkt handilsvirksemi við sjóvarmálan.

Skuldi man av havnarøkinum og niðan í býin við bili, slapst ongan annan veg enn at koyra niðan gjøgnum trongan millum Café Natúr og Áarstovu. Áarvegurin knýtti eystur- og vesturbýin saman.

Bøkjarabrekka var ikki gjørd. R.C.Effersøes gøta endaði niðan fyri SMS og vegurin Yviri við Strond endaði á Boðanesi.

Men nú er alt hetta søga. Tíðir broytast og nýggir møguleikar búnast og mennast.

Býarskipanardeildin hevur leingi arbeitt við eini ætlan fyri Eystaruvág og Kongabrúnna við tí endamáli at fáa knýtt hetta økið enn meiri saman við niðara part av miðbýnum til tess at skapa meiri fjølbroytni í býin, og fáa hetta økið at verða ein aktivan og livandi part av miðbýnum.

Arbeiðið er sjálvandi eisini ein liður í politikkinum hjá sitandi býráð at fríðka um býin og skapa hugnalig býarrúm og savningarstøð hjá fólki, har til ber at seta seg niður til eitt prát ella bara njóta løtuna, sum sagt verður.

Sum ein liður í hesum arbeiði eru vit komin saman her í dag at hátíðarhalda, at enn eitt alment býarrúm og uppihaldsøki verður tikið í brúk.

Henda verkætlan eigur at kunna skapa nýggjar møguleikar fyri økið til tess at skapa enn meiri lív og virksemi.

Vit mugu heldur ikki gloyma, at hetta økið er eitt tað fyrsta "inntrykkið" av okkara deiliga býi, ið útlendsk ferðafólk og gestir okkara fáa, tá ið tey á fyrsta sinna koma til Havnar.

Sandurin í áarmunnanum við Eystaruvág, her Havnará rennur í sjógv, var sum sagt ein miðdepil í gomlu Havnini. Her hittust fólk til eitt prát og fyri at spyrja tíðindi, og tað er mín vón og mítt ynski, at havnarfólk og allir føroyingar fara at taka hetta nýggja býarrúmið til sín og njóta vakra og hugnaliga umhvørvið við Eystaruvág.

Lat okkum øll gleðast um hetta stóra átak.

Gott vikuskifti og gott summar.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri