Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havi ta vón, at hini strandalondini fara at vísa virðing og koma aftur til samráðingarborðið

Eg havi tó ta vón, at tá ið avtornar fara hini strandarlondini at sýna hesum týdningarmikla sildastovni ta virðing, at tey fara aftur at sessast við samráðingarborðið saman við okkum, tí at tað er bara har, hetta mál kann verða loyst í friði og semju”, sigur Jacob Vestergaard.

Føroyski fiskiskapurin eftir norðhavssild í 2013:

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur ásett eitt føroyskt veiðiloft viðvíkjandi fiskiskapinum eftir norðhavssild uppá 17% av ICES tilráðingini um mest loyvdu veiðu. ICES tilráðingin fyri 2013 viðvíkjandi norðhavssild er 619.000 tons. Av hesum verður føroyski parturin 105.230 tons.

Áðrenn føroyski fiskiskapurin eftir norðhavssild kann byrja, verður ein kunngerð sett í gildi, ið skipar fiskiskapin eftir norðhavssild fyri fiskiárið 2013. Fiskimálaráðið fyrireikar hesa kunngerð, sum eftir ætlan verður lýst í vár.

“Eg eri púra sannførdur, at gamla býtið av norðhavssild millum strandarlondini var fullkomiliga órættvíst og var á ongan hátt grundað á tann lívfrøðiliga veruleikan á føroyskum havleiðum, har vit, sum er, hava góðan fiskiskap eftir norðhavssild meginpartin av árinum”, sigur Jacob Vestergaard.

“Somuleiðis eri eg ikki sørt vónsvikin av, at hini strandarlondini ikki vildu samráðast um eitt nýtt býti av norðhavssild, ið tey hava løgfrøðiliga skyldu til sambært altjóðalóg”, sigur Jacob Vestergaard víðari.

“Eg havi tó ta vón, at tá ið avtornar fara hini strandarlondini at sýna hesum týdningarmikla sildastovni ta virðing, at tey fara aftur at sessast við samráðingarborðið saman við okkum, tí at tað er bara har, hetta mál kann verða loyst í friði og semju”, sigur Jacob Vestergaard at enda.