Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnar kommuna skerjir møguleikarnar hjá Býarbókasavninum

Opið bræv til politikararnar í Tórshavnar býráði

Til: Annika Olsen; Gunvør Balle; Marin Katrina Frýdal; Bergun Kass; Bogi Andreasen; Turið Horn; Jákup Dam; Bjørghild Djurhuus; Annfinn Brekkstein; Helena Dam á Neystabø; Heðin Mortensen; Tróndur Sigurðsson; Halla Samuelsen
Emne: Opið bræv til politikararnar í Tórshavnar býráði

Tórshavn, 22. mai 2018:

Opið bræv til politikararnar í Tórshavnar býráði frá starvsfólkinum á Býarbókasavninum

Ein nýggj støða er íkomin, nú fíggjarnevndin í býráðnum tekur undir við stjórnini í Tórshavnar kommunu at taka aftur fjórðu hæddina í Niels Finsens gøtu 9, sum vit saman við triðju hædd fingu játtaða fyri árum síðani og í rúma tíð hava arbeitt við at innlima í Býarbókasavnið.

Ynskið hevur leingi verið at betra umstøðurnar hjá børnum og ungum á bókasavninum. Barnabókasavnið hevur havt sama fermetratal, síðan tað læt upp í 1969, tá fólkatalið í Tórshavnar kommunu var umleið helvtina av tí, tað er í dag. Ungdómurin hevur ongantíð havt eina serskilda deild, men einans havt nakrar bókahillar.

Ætlanin við fjórðu hæddini hevur alla tíðina verið at hjálpt upp á skrivstovuumstøðurnar hjá starvsfólkinum, og hetta gevur eisini pláss fyri

•         matpakkaøki til dagstovnar og einstaklingar
•         leikasavni við útláni av leikutoyi
•         ævintýrarúmi til djúphugsan og friðarløtur
•         spælirúmi
•         ungdómsdeild

Alt hetta verður sett í bíðistøðu, um meiriluti verður í býráðnum fyri tilmælinum frá stjórnini, sum fíggjarnevndin longu hevur samtykt.

Vit heita tí staðiliga á býráðið um ikki at taka undir við hesum tilmæli, tá málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið 24. mai.

Starvsfólkið á Býarbókasavninum

ES: Nevnda leikasavnið er ein verkætlan hjá Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, sum skuldi lata upp mentanarnáttina 1. juni á barnabókasavninum.