Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Randi Ward.

Havnar kommuna toldi ikki kritiskan journalistik

Dan Klein --- 15.02.2017 - 09:28

Í áravís hava tey roynt. Nú er lýsingaavtala við Oyggjatíðindi uppsøgd: - Hetta er prísurin at vera óheft pressa í Føroyum, sigur Dan Klein, blaðstjóri, sum hevur havt Einglapressuna í móti sær seinastu 30 árini, og sigur, at Dimman kom  familjuni til hjálpar tá vit avdúkaðu kaskettumsiting, og blaðið fór upp at vrøvla um gamlar tíðir, sum um hetta blað ongantíð er komið víðari.

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna:

Í fjør sendi Oyggjatíðindi fyrispurning til Havnar kommunu, í samband við,  at búgvið eftir navnframa læknanum í Runavík,  Poul Olsen, sála, hevði gjørt av at lata málningar og bøkur til áhugaðan keypara.

Í fyrstu atløgu var ætlanin at senda fyrispurningar til tær tríggjar kommunurnar, Klaksvíkar- Runavíkar, og Havnar Kommunur, tí ætlanin var at selja alt undir einum.

Poul Olsen  hevði eitt hampiliga stórt savn av málningum, tekningum v.m.  Málningarnir eru málaðir av føroyskum málarum, og sum eru kendir innan málningalist. Umframt hetta dámdi honum væl at lesa og savna bøkur.

Bæði málningar og bøkur tykjast at hava eitt stórt mentunarligt virði, og sum eiga at varðveitast á røttum stað.

Yvirlit  yvir málningar, tekningar og myndir av bókasavninum hjá Poul Olsen, vóru eisini send kommununum

Umsitingin fekk ongantíð boðini, men annarleiðis var við vinmanninum í KvF
Endamáli var at kommunurnar skuldu taka støðu til, um  áhugi var fyri málningum, tekningum og ella bókum , vóru kommunurnar vælkomnar at seta seg í samband við búgvið.

Tá illgruni var um, at fyrispurningurin ongantíð rakk til umsitingina í Havnar kommunu, bóðu vit um alment innlit frá kommununi, at vita um og nær, kommunan hevði tikið støðu í hesum málinum.

Havnar kommuna fær frágreiðing, og verður biðin um at svara innlitsbøn. Í teldusamskiftinum lesa vit:

Sum skilst hevði Høgni Reistrup, loftað teldupostinum, og setti seg í samband við umboðið hjá búnum, og tók kommunala kaskettin av, og latið seg í ein privatan kaskett, og segði: 

Eg havi ein góðan vin, sum er áhugaður í at selja útvaldar málningar, og bað um at sleppa at síggja savnið saman við journalistinum. 

Men ætlanin var ikki at selja part ella útvaldar málningar, men at selja alt savnið undir einum.

Men so ringdi KvF journalisturin, persónliga. Hann vildi sleppa at síggja savnið av málningum, og bar uppundir áhugan at keypa burturav, men hetta svaraði umboðið hjá búnum ikki uppá, tí ætlanin var at selja savnið undir einum, bøkur og málningar.

Kom ongantíð til kommunalu umsitingina.

Tað var 14. september, at Oyggjatíðindi fekk svar frá kommununi, sum var stutt og greitt:

Víst verður til innlitsumbøn tygara, dagfest 5. september 2016. Niðanfyri er innkomandi teldupostur, sum Tórshavnar kommuna hevur móttikið frá meklarin SP/F. 

Onki annað tilfar er skrásett í málinum.

Tað er fyrisitingarstjórin, Ingunn Eiriksdóttir, ið skrivar undir ógvuliga stuttu boðini.

Avtala uppsøgd hóast víst meira enn fýra milliónir ferðir
Aftaná hetta fær málið eina aðra vend. Vit hava fingið upplýst, at tað leingið hevur verið rok um, at Havnar kommuna hevur havt eina breddalýsing í Oyggjatíðindum. Men tað eydnaðist ongantíð at fáa fyrrverandi borgarstjóran, Heðin Mortensen, at ganga við til at skrotta avtaluna um hesa lýsing, tó at ágangurin og trýstið var stórt politiskt.

Undir valstríðnum  leikaði hart á, at fáa atkvøður til allar flokkar. Eisini var tað ein, sum vildi hava stuðul til sokallaðu frælsisflokkarnar, (tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkin, sum nú hava valdið á Vaglinum.

Boðini frá okkum vóru greið, at í somu løtu, hesir flokkar fingu valdið í Havnar kommunu, so misti Oyggjatíðindi lýsingina, sum kundi verið eitt svar uppá, at har brýggjaðu tey seg ikki um kritiska pressu.

Og tað helt. 

Men deyðin skuldi hava eina orsøk.  Sum orsøk fyri at skrotta lýsingaavtaluna , varð sagt, at tey høvdu sammett  tølini fyri 2016, og sóu, at einans 0,13% av vitjanunum á torshavn.fo koma via oyggjatidindi.com.

Við hesum grundarlagi varð avtalan um bannaralýsingina á heimasíðuni, uppsøgd.

Vit skiltu ikki nógv av hesum, og fóru inn á okkara egna teljara, sum vísti, at lýsingin hjá Tórshavnar kommunu, hevði, tá avtalan fór úr gildi 31.01. 2017, klokkan 24:00, verið víst 4.342.131 ferðirnar. 

Í slíkari støðu eru vit ikki sørt ørkimlaði á blaðnum, men mugu sanna, at hetta bara er enn ein prísur, vit mugu betala fyri at vera óheft pressa

Tað vísti seg, at blaðstjórin  livir í fortíðini tá Dimmalætting kom familjuni til hjálpar
Í gjár kom so Dimmalætting inn á vøllin.

Georg L. Petersen, ringdi, og helt hetta mál vera sera áhugavert, og fokuseraði uppá, at Oyggjatíðindi misti lýsingina, og at blaðstjórin var harmur, og skuldi hava hótt. Men hetta samsvarar illa við, at Dan Klein, upplýsti í innlitinum, at hann hevði væntað uppsøgnina.

Tað var týðuligt, at Reistrup hevði uppfatað tað, sum eina hóttan, at blaðstjórin nevndi, at hann vildi hava hetta við,  sum part av bók, hann sat og skrivaði. Tað kann ikki umgangast, tá bókin tekur breiddina í miðlalandslagnum.

Og Dimmulingurin fekk eisini at vita, at tað var onki forgjørt í, at hetta mál eisini kom í bókina. Dimma fór eisini at vera partur av bókini, og fekk Georg L. Petersen, at vita, at Global fór at vera lítil partur av øllum, men at evnini fóru at vera nógv, sum fóru at verða umrødd í bókini.

Hesin Dimmulingurin vísti ongan áhuga í, at Reistrup skifti kommunala kaskettin út við ein privatan, tá hann vísti til Finn Koba, sum....forrestin, er journalistur á KvF, og haraftrat systkinabarn Dimmulingin, sum vildi vita um blaðstjórin fór at stevna kommununi, men boðini vóru greið. Ongin stevning.

Visti onki um Global, sum gjørdi avtalu við Taks um fiktiva eginpeningin
Dimmulingurin forvrøvlaði  gamla málið um Global inn undir hendan GL-hattin, sum um hesin ongantíð er komin víðari. Segði seg minnast vitnir, sum ikki vildu standa fram....

Hasin hevur onki fingið við. Tað er langt síðani prógvað, at fyrst blev eg dømdur, og síðani gjørdi Taks avtalu við sokallaðu Globalmenninar um at standa til ábyrgd fyri fiktiva eginpeninginum, sum kalarnir skattliga høvdu brúkt.

Avtalan varð gjørd í rættinum av sama dómara, sum dømdi undirritaða fongsulsrevsing, ið landsrætturin treytaði. Tá ákæruvaldið fekk meg dømdan í samband við sama dómara, tí annar navngivin persónur hevði úttalað seg til blaðið, og honum vildi ongin fara eftir,  millum aðrar dómar, varð eisini  Globaldómurin  lagdur  undir, og  endurnýttur. 

Hesaferð fór eg inn í fongslið.

Men hetta fekk ongin við, tí tað var so umráðandi at fáa Oyggjatíðindi av vegnum. Einglapressan fekk halt kjaft bomm, ella lat seg sosialisera við maktina.

Tá journalistiska landslagið arbeiðir so óprofessionelt, er tað neyðugt við einari bók, sum føroyingar, og eftirtíðin, kann  læra nakað av.

Eg fari ikki at stevna, sum Georg bar uppundir, sigur blaðstjórin á Oyggjatíðindum . Orsøkina kenna helst allir føroyingar, og mugu teir halda, at spurningurin helst betur hevði egna seg til eina  Ólavsøkukabarett í góðveðrinum á Ólavsøku.

Annarleiðis var ta tíðina, Heðin Mortensen, var borgarstjóri. Hann er tann fólkavaldi persónurin í Føroyum, sum gav pláss fyri, at fólkaræði  í ”hansara  kommunu” slapp at anda. Hann visti, at sonn kritisk pressa ikki fann seg í, at journalistar ókritiskt forfylgdu stovnum og persónum.

Dømini eru nógv og verður tað  eisini so ríkiliga væl  lýst í bókini.

Kommunan lýsir dúgliga hjá in.fo, Portal.fo, Vagaportalinum og Norðlýsinum
Havnar kommuna lýsir á minst fýra portalum, men nú skal TK ikki lýsa í Oyggjatíðindum. Áhugavert, at Dimmulingurin heldur, at fokus eigur at setast á hetta, og ikki á umsitingarliga kaskett-umsitingina hjá hesum ávísa embætisfólki.

Er tað nakað at siga til, at tey somu rendu  Dimmuna á heysin tvær ferðirnar, og seinast almenningurin frætti, var hallið á Dimmu eina milliión, og tann blaðstjórin fór frá, og koyrir í dag hýruvogn.

Og nú er Georg L. Petersen, blaðstjóri, men blaðið kemur bara víðari so leingi, sum pengamaðurin betalir. KvF fekk sín part av gomlu Dimmulingunum, men har er tað annarleiðis. Tey hava atgongd til stórapott, og tað er ikki onki hjá fólki, sum hava stórar ætlanir fyri nútíðina, sum tey finna í fortíðini, men sum tey ikki hava lært nakað av.

Innlitið, sum Georg L. Petersen, sigur seg hava fingið, bað journalisturin í KvF, Finn Koba eisini um frá kommununi. Sig so, at tilvildin ikki ræður millum einglar?!

Mangt  er sostatt broytt í Havnar kommunu, sum knappliga ikki  toldi kritiskan journalistik, og leitaði sær hjálp frá Dimmu, sum fór í fortíðina at leita eftir fornlutum, at tveita á borðið.   Hetta er prísurin at vera óheft pressa í Føroyum, sigur Dan Klein, blaðstjóri, sum hevur havt Einglapressuna í móti sær seinastu 30 árini.

Farvæl Kaskett-Carl!