Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnar Sjónleikarfelag 100 ár og 100.000 kr í gávu

Nú seinnapartin handaði Annika Olsen, borgarstjóri, umboðum fyri Havnar Sjónleikarfelag ein kekk uppá 100.000 krónur í sambandi við 100 ára dagin hjá felagnum.

Annika Olsen hugleiddi eitt sindur um at hetta at ganga í teatur í Havn veruliga er avgamalt, helst eini hálvtriðja hundrað ár, men at komedian og sjónleikurin ikki tóku veruliga dik á seg fyrrenn í 1880'unum.

Hon nevndi, at lesir ein bløð og tíðarrit frá teirri tíðini sæst, at helst hevur sjónleikurin havt alvorligan brodd, tí mong av fínara borgaraskapinum í Havn fingu alvorliga ilt í dintilin - serliga av komediunum, og østu seg upp um, at ungdómur og vaksin spiltu tíðina uppá beran stuttleika.

- So longu tá hevur sjónleikurin verið við til at lyfta stemningin upp í býnum - og ein kann bara ímynda sær, hvussu stóran týding tað hevur havt fyri kjakið, humørið og harvið almannaheilsuna, segði Annika Olsen m.a.

Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað sum amatørteatur í 1918, m.a. sum úrslit av arbeiðnum hjá Rasmussi Effersøe, sum enn í dag hongur yvir leikpallinum saman við orðunum "Til gaman og álvara".

8 ár eftir at felagið varð stovnað varð Sjónleikarhúsið tikið í nýtslu og við tí mentust møguleikarnir fyri sjónleiki stórliga.

- Tað eru nú 100 ár síðan, at lýst varð til "aftenunderholdning" tann 10. februar 1918. Síðan tá hava tit í Havnar Sjónleikarfelag verið partur av mentan og undirhaldi fyri allar føroyingar, bæði til gamans og álvara.

- Tað eru helst fleiri, sum hava nevnt tað í sambandi við føðingardagin, men tað mentanarlív, Havnar Sjónleikarafelag skapti, menti ikki bara føroyingar innan sjónleik og tónleik, men ikki minst hevði virksemið stóran týdning fyri føroyska málið, tí stórarbeiði varð lagt í at útvega føroyskt tilfar.

Sjónleikarhúsið hevði filmssýningar, barnadans og annan dans. Her vóru skótatiltøk, kabarettir og hópur av øðrum tiltøkum sum marknaðardagar, sjónleikaraskúli, og leikhúsjól.

Havnar Sjónleikarfelag hevur havt ómetaligan mentanarligan týdning hesi 100 árini. Í fjør hendi tað gleðiliga, at Sjónleikarfelagið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

Heiðurslønin varð veitt fyri teir mongu barnaleikirnar, sum Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp gjøgnum árini, nógvar stórar leikuppsetingar til fragd fyri bæði stór og smá.

- Felagið hevur havt ómetaligan mentanarligan týdning á fleiri økjum - eg haldi tó at tað átti uppiborið eina heiðursløn aftrat fyri at hava drigið føroyskt mál inn í krókar, hagar tað annars hevði verið torført og drúgvt at vunnið málinum pláss.

- Men um tað ikki akkurát er ein heiðursløn, vit handa í dag, so er tað tó ein sømdargáva, ein væl unt føðingardagsgáva frá høvuðsstaðnum.

- Eg veit at gávan kemur á eitt turt stað, men eg veit eisini, at tit vita best, hvar hon ger størstu og bestu nyttuna, segði Annika Olsen m.a., áðrenn hon handaði Karini Djurhuus, forkvinnu í Havnar Sjónleikarfelag gávukekkin.