Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin hevur alt ov fáar røddir og ongan góðan í Løgtinginum

Tórshavnar kommuna hevur sjálv megna at gjørt tær íløgur og framt ta menning, sum skal til fyri at skapa framburð í okkara høvuðsstaði, segði Annfinn Brekkstein, Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin á 1. Mai-dagshaldinum hjá arbeiðarafeløgunum í høvuðsstaðnum.

Inngangur
Góðu verkafólk, sum eru møtt her á Vaglinum og tit, sum annars líða á kring landið.

Vælkomin til 1. mai dagshald.

Eg fari fyrst at takka Havnar Arbeiðsmannafelag fyri, at eg eri boðin at halda røðu á arbeiðaradegnum.

Ein serligur dagur fyri arbeiðara¬rørsluna, har steðgað verður á, og mett verður um, hvussu støðan er hjá arbeiðararørsluni.

Ein serligur dagur, har høvið er at vísa á og røða um teir trupulleikar og avbjóðingar, sum eru fyri framman.

Hetta er tykkara dagur. Hesin dagur skal markera, at stríðið fer at halda fram hjá verkamanninum at vinna sær betri arbeiðssømdir og arbeiðsumstøður.

Tá eg fekk innbjóðingina til at halda røðu, so kom mær til hugs fleiri stríðsmál, sum eg haldi viðkoma arbeiðararøsluni og sum eru aktuell.

Eg hugsaði síðan, at í einum demokratiskum samfelag kunnu vit ikki fáa ávirkan uttan at taka lut í almenna rúminum – og tað er væl tí, at vit møtast øll her í dag.

Eg skal her royna at lýsa og greiða frá nøkrum viðurskiftum, sum eg haldi hava týdning fyri tykkum arbeiðarar og okkum øll.

Politiska støðan
Vit vilja, at politikarar og onnur, sum taka avgerðirnar hoyra, hvat arbeiðarin hevur av trupulleikum og hvat hesin hevur uppá hjarta.

Sum býráðspolitikari í Havn er tað mín ábyrgd, saman við mínum politisku starvsfeløgum at skapa karmar, soleiðis at borgarin og vinnan hava tað gott, og annars virka fyri framburði her í okkara høvuðsstaði.

Vit kjakast nógv um alt millum himmal og jørð, og tað er nakað, sum ein arbeiðari ikki hevur tíð til. Tykkara slogan vildi heldur verið.... nú er nokk tosa, nú er at fara vil verka.

Tíverri verður politiskt nógv tosað uttan handling, og nógv politisk lyfti givin uttan at verða uppfylt.

Vit nærkast einum løgtingsvali, og tey fyrstu gyltu vallyftini sveima í almenna rúminum, meðan arbeiðsmaðurin stendur spyrjandi og hugsar – ber tað til at geva øll hesi vallyfti og hvør skal gjalda?

Kunnu okkara politikarar geva lyfti, sum eru eftirfarandi við einum landskassa, sum ikki megnar at fáa avlop í bestu tíðum og við hækkandi skuld.

Støðan í samfelagnum
Kanningar vísa, at øll í Føroyum hava ikki eins góð livikor, og fleiri av okkara medborgarum hava tørv á almennum stuðulsskipanum.

Her kann eg nevna tørv á, eitt nú íbúðarstuðli.

Slík stuðulsskipan hevði ivaleyst gjørt daglidagin hjá hesum familjum munandi lættari og tryggari.

Talan má verða um eina sosiala skipan, sum munar og sjálvandi fyri tey, sum veruliga hava tørv á tí.

Arbeiðarin hevur ikki møguleikar til flottar bústaðir, nýggjar bilar, summarhús og ferðir til heitari lond – nakað, sum alt fleiri vælbjargaðir føroyingar hava ráð til.

Veruligu umstøðurnar hjá okkara verkafólki, nú vit skrivað 2015, eru ikki inntøku- og ognarvøkstur. Nei, eg rokni ikki við, at tit merkja til uppgangstíðirnar og knappliga hava ráð til eitt luxuslív.

Spurningurin er um okkara landspolitikarar vita, hvat hendir úti í samfelagnum, t.v.s. hvussu fólk hava tað í húsarhaldunum o.s.fr..

Okkara landspolitikarar reypa dúgliga um, hvussu fantastiskt alt gongur við stórum vøkstri í samfelagsbúskapinum, ovurhondsstórum veiðinøgdum av pelagiskum fiski og umfatandi aling av laksi. 

Henda støðan í samfelagnum og vinnuni hongur kortini illa saman við, at vit hava fólk, sum liva á fátækramarkninum og at ein stórur partur av verkafólkinum lítið og onki merkir til vøkstur og vælstand. 
Hetta er eisini rættuliga pinligt fyri okkara so ríka land.

Men hvar fara pengarnir og hvør fær øll hesi ovurstóru virði, sum í veruleikanum er okkara ogn.

• Er tað vanligi løntakarin og arbeiðarin, sum fær meira í løn frá óvanliga vinninginum – nei als ikki 

• Hevur vanligi løntakarin og arbeiðarin fingið betri sosialar tænastur frá óvanliga vinninginum – nei tað hevur hesin ikki

• Eru fleiri arbeiðspláss komin á landið – svarið er ja, men alt ov fá arbeiðspláss

Hetta má merkja, at fordeilingspolitikkurin og sosialpolitikkurin ikki hava virkað nøktandi og fiskivinnan eigur at arbeiða nógv meira við nýskapan og menning. Eitt nú meirtilvirkan her á landi.

Virðini í samfelagnum muga býtast rættvísari og soleiðis, at vit kunnu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Sjófeingið, sum er ogn hjá okkum øllum, eigur fyrst og fremst at koma okkum, sum her búgva til góðar, og ikki útlendskum pro-fitt-grammum spekulantum.

Tað er ikki rætt, at vit standa og hyggja at, meðan stættarmunurin í føroyska samfelagnum veksur.

Tí eigur ein komandi samgonga beinanvegin, saman við teimun Føroysku Kommununum seta út í kortið ein skattalætta fyri lág- og miðalinntøkurnar fyri allar føroyingar.

Eg yvistist ikki í, at føroysku kommunurnar eisini vilja veita ein skattalætta fyri lág- og miðalinntøkur – vit skulu bara tryggja neyðugu fíggingina.

Vit í Tórshavnar Kommuna er farin at gera uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár, har vit arbeiðað miðvíst við at lækka kommunuskattin til gagns fyri allar borgararnar í kommununi.

Føroyska samfelagið broytist alla tíðina og tí er sjálvandi neyðugt, at vit fylgja við og eru kappingarfør, bæði sum einstaklingar og sum samfelag.

Tí er neyðugt við íløgum í førleikamenning og íløgur, sum varðveita og skapa nýggj arbeiðspláss. Føroyar eru spjæddar geografiskt og øll hava tørv á einum arbeiðsplássi fyri at trívast og mennast í ymsu økjunum.

Framtíðarætlanir og menning í Havn
Tað verður oftandi sagt, at Havnin hevur nóg mikið av almennum arbeiðsplássum og tí er ikki neyðugt við útbyggingum.

Havnin ella høvuðsstaðurin hevur alt ov fáar røddir og ongan góðan í Løgtinginum.
Tórshavnar kommuna hevur sjálv megna at gjørt tær íløgur og framt ta menning, sum skal til fyri at skapa framburð í okkara høvuðsstaði. 

Stóð tað til okkara landspolitikarar, so steðgaði nærmast øll menning upp í Tórshavn – tíverri. 

Tað tók t.d. umleið 35 ár at fáa ein nýggjan Tekniska Skúla í Tórshavn, sum nú verður ein partur av Marknagilsdeplinum. Hetta er ikki nøktandi fyri menningina av okkara høvuðsstaði.

Men vit eru virkin og vakin í Havn.

Eg skal her gera púra greitt, at Tórshavn kommuna er annað enn almennir stovnar og skrivstovur.

Her eru virkir í øllum møguligum vinnugreinum, fiskivinnu, frálandavinnu, tænastuvinnu, mentan og mangt annað.

Við fortíðini, nútíðin og framtíðini í huga, hava vit avgjørt at byggja Skansabryggjuna út, vegna plásstrot á eystara kaiøki. 

Býráðið vil betra karmarnar hjá vinnulívinunm, og tí partinum, sum virkar á kaiøkinum – eitt arbeiðspláss við umleið 700 fólkum og teirra familjum í havn.

Býráðið fyrireikar seg við hesi avgerð uppá framtíðina, og vil við hesari verkætlan menna eitt stórt arbeiðspláss hjá arbeiðsmanninum í Havn.

Talan er um eitt stórt arbeiðpláss, sum beinleiðis ávirkar liviumstøðurnar og arbeiðsmøguleikarnar hjá nógvum verkafólki og teirra familjum.

Tá hendan kommunala verkætlan varð kunngjørt, kom beinanvegin mótstøðan og íblandingin frá okkara landspolitikarum og eisini úr mínum egna flokki – hetta harmar meg.

Men vit her í Havn fara ongantíð at góðtaka, at landspolitikkarar blanda seg upp í okkara avgerðir.

Vit her í Havn eru før fyri at taka okkara egnu avgerðir.

Her er talan um vantandi virðing fyri kommunala sjálvræðinum og vantandi forstáilsi fyri menningini av okkara høvuðsstaði.
Hesir mótstøðupolitikarar hugsa ikki um, hvønn týdning henda útbygging hevur fyri hundraðtals verkafólk og teirra familjur og vanliga fólki í Havn, umframt onnur, sum koma av bygd til arbeiðis í Havn.

Sum høvuðsstaður er tað eitt krav eisini at hugsa stórt og hava nakrar visjónir.
Tá tað gongur væl fyri Havnina, so gongur tað væl fyri alt Føroyar. 

Skulu vit flyta mørk og náa stór mál verður neyðugt við ymiskum tiltøkum og íløgum:

• Neyðugt verður, at Tórshavn kommuna skapar karmar og fortreytir fyri vøkstri og menning – bjóðar vinnuligum íløgum til økið og tryggjar trivnað fyri borgararnar

• Neyðugt verður við samstarvi millum fólkið í landinum, lands- og kommunupolitikarar, millum vinnufyritøkur og millum Føroyar og útheimin

Royndirnar vísa, um vit vilja tað ella ikki, at runt í um allari verðini so vaksa allir stórbýir við nógvari ferð. Fólk vilja flyta til størri økini – heilt einfalt tí tað er meira spennandi og avbjóðandi at liva og virka í størri økjum, við fleiri útboðum av tænastum og tilboðum til borgararnar.

Hetta er eisini gongdin vit síggja í Føroyum og tí má Havnin útbyggjast á øllum økjum til gagns fyri okkum øll - og eisini vanliga arbeiðaran í Havn. Tað skal verða gott hjá verkafólki at liva og virka í Havn.

Endi
At enda fari eg at ynskja tykkum øllum framhaldandi ein góðan arbeiðaradag og góða eydnu við tykkara fakfelagsstríði, sum enn í dag er neyðugt, og eisini verður tað framyvir.

Takk fyri!