Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin og Fróðskaparsetrið

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs:

Tað sær ikki mætari út, enn at landið hevur slept endanum í royndunum at fáa Føroyar framá. Tað er hugstoytt, men hetta uppgávulyndi eigur ikki at sleppa at vinna.

Á setursfundi í Fabrikkini hjá Østrøm hóskvøldið høvdu landsstýriskvinnan í mentamálum í nógv ár og ungi alvi fólkafloksins á tingi ikki annað boð enn, at Tórshavnar kommuna tekur upp á seg at útvega universitetið í Føroyum.

Tað er uppgávulyndi við lít. Farin og verandi landspolitikari, Helena Dam á Neystabø og Hanus Samró, hava onga vón um, at tey, sum eru sett at skipa fyri landsins viðurskiftum, so framtíð verður okkum lagað, tekur seg saman at fáa fremsta útbúgvingar- og menningarstovninum sømiligar karmar.

Alt gott um tað stóra álit, tey hava á Tórshavnar kommunu. Kommunan fer sjálvandi at gera sítt í strembanini at menna høvuðsstaðin til ein rættan universitetsbý við lestrarmøguleikum og lestrarbústøðum, men kommunan fer valla at risikera bæði lív og limir fyri at gera alt tað, sum øðrum áliggur.

Tað var áfallandi, at onki umboð fyri landsins mentamálaráð var statt á fundinum. Hetta er óivað tekin um, at eisini á hesum øki ræður politisk líkasæla í landsins núverandi stýri.

Tórshavnar kommuna eigur sjálvsagt at vera viðspælari. Býráðið og Fróðskaparsettið eiga at seta seg saman at finna útav, hvussu víðari kemst við ætlanum at menna Fróðskaparsetrið sum føroyskan og altjóða lærustovn og Havnina sum universitetsbý.

Mentamálaráðið er eisini vælkomið uppí, um so er, at tað hevur nakra sum helst visjón í so máta.

Sum tikið varð til á fundinum: Løgtingið ivast lítið í stórum miljónaupphæddum til berghol, har farandi er frammanundan, men sama ting vil ikki sleppa pengum til eitt universitet, sum er tvingandi neyðugt fyri framburð og alla framtíð í Føroyum!

---